40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tey bæði hava saman gjørt ein kenslubornan, viðkvæman sang, sum er samansettur av tí eyðkendu klasskisku ávirkannini hjá Tom og Gretusa droymandi rødd.

Um “tu : orbit” sigur Greta:

“Kenslurnar í tónleikinum hava givið íblástur til tekstin. Umframt hetta eru orðini nógv ávirkað av, at eg júst var flutt. Eftir at hava búð ímillum flytikassar og kuffert í eitt tíðarskeið, føldi eg meg rótleysan - sum um eg var í einari bíðistøðu. Eg hugsaði um lívsins ringrás, hvussu rótfest vit eru til fólk, tíð og stað; hvat tað er, sum knýtur okkum saman. Nógvur av mínum tónleiki hevur onkursvegna røtur í Liverpool, har eg búði áðrenn eg flutti til Føroyar, og har eg eisini møtti Tom. Hann hevur havt stóran lut í tí tónleikinum eg havi gjørt í Føroyum. Hesin sangurin er tann fyrsti eg havi tikið upp síðan eg eri komin til Frankaríkis, her eg nú búgvi.”

Tom, sum Greta, hevur klassiska tónlistarliga bakgrund. Hann hevur spælt klaver síðani hann var fimm ár, og hevur altíð verið drigin av tí gátuføra huglagnum í filmstónleiki, haðani hann hevur fingið íblástur til sína egnu sangskriving. Seinni hevur hann fingið áhuga í modernaðari tónleika-sniðgeving og -framleiðslu, sum nú er grundarlagið í hansara hugtakandi og eklektiska tónleiki.

Artistar: Tom Ashbrook & Greta Svabo Bech
Útgáva: tu ː orbit (25 februar 2022 - The Other Songs)
Til teirra sum dáma: Jon Hopkins / Nils Frahm / Olafur Arnalds / Max Richter
Høvuðs artistar: Tom Ashbrook; Greta Svabo Bech
Framførsla: Tom Ashbrook; Greta Svabo Bech
Miksað: Fred Ruddick
Mastrað: Robin Schmidt
Høvundar: Tom Ashbrook; Greta Svabo Bech

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo