Ein grind hevur fyri løtu síðani lagt beinini í Sandagerði, einir 80 hval.
Sum skilst gekk alt friðarliga fyri seg, hóast fólk sum hava samband við Paul Watson, grindaandstøðing, høvdu hótt við at leggja uppí.
Sjálvur er Paul Watson umborð á skipi sínum John Paul de Joria sum er á veg suður ígjøgnum Djúpini, sambært fishin.fo. Hann hevur annars forboð fyri at koma inn um 12 fjórðinga markið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo