40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

USA, Kina og fleiri lond í Europa fylgja væl við, tá grønlendingar í morgin fara at velja nýtt landsting.

Tí umframt at velja 31 limir til tingið, so snýr valið seg eisini um eina ætlan at útvinna málm úr nógv umrødda Kvanefjallinum, har heimsins størsta fyrikoming av evnum sum zink og uran er. Tað er felagið Greenland Minerals, har kinverjar eiga stóran part, sum stendur fyri ætlanunum, men ikki øll í Grønlandi eru fegin um ætlanirnar, og annars av stóru flokkunum, IA, hevur sagt seg vilja steðga ætlanunum.

Veljarakanningarnar vísa áleið líka stóra undirtøku fyri flokkunum sum eru fyri og teimum sum eru í móti.

Verður ætlanin framd, so kann hon fara at vaksa um grønlendska útlátið av CO2 við 45 prosentum. Hinvegin kann hon eisini fara at gera Grønland meira sjálvbjargið og óbundið av blokkstuðlinum úr Danmark.

Valið hevur tí stóran áhuga, ikki bara í Nuuk, men eisini í Keypmannahavn, Bruxelles, Washington og Beijing, skrivar miðilin Altinget í eini greining uppundir valið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo