Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G!: G! avdúkar í dag, at Sound of the Damned úr Grønlandi koma á ársins festival. Sound of the Damned spælir deyðsmálm. Og tað sum ger hendan bólkin púra serstakan er, at sungið og knurrað (growlað) verður á grønlendskum. Sigast má at hettar riggar avbera væl!

Bólkurin hevur vitjað í Føroyum áður, tá ið teir tóku upp plátuna "Atornerlunnanga". Hettar bleiv sjálvandi gjørt í Studio Bloch saman við Theodor Kapnas, kendur úr Hamferð. 

Spennandi er at fylgja við, nú eitt nýtt ættarlið tekur við hjá bróðurtjóðini fyri norðan. Ungdómurin leitar aftur til upprunan, og hettar sæst millum annað, tá ið tey fáa sær siðbundnar tattoveringar í andlitið, og tey práta heldur enskt enn danskt, tá ið tey ferðast.

Vit gera klárt at lyfta hornini!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo