40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna fer í komandi viku at vísa leiðina til grønan vøkstur. Átakið “Grøna leiðin” fer at varpa ljós á burðardygga ferðing.

Hvussu ávirkar okkara egni gerandisdagur umhvørvið? Hvørji týðandi grøn fet kunnu vit taka soleiðis, at vit nærkast einum burðardyggum samfelagi? Og hvussu kunnu vit geva umhvørvinum ans og menna okkum sum samfelag um somu leið?

Hetta eru spurningar, sum verða havdir á lofti í komandi viku. Alsamt fleiri átøk eru bæði úti í heimi og her á landi, ið leggja dent á burðardygga ferðing. Tórshavnar kommuna er miðstaður Føroya, og tí hevur kommunan eisini eina ábyrgd at ganga fremst, gera vart við vanarnar hjá fólki og vísa á gongdu leiðina, sum kann tryggja eina grønari framtíð. 

Grøni lívsstílurin
Tórshavnar kommuna skipar longu fyri umhvørvisviku í mai mánað á hvørjum ári. Grøna leiðina er eitt ískoyti til Umhvørvisvikuna, tí tað er umráðandi, at fólk eru tilvitað um burðardyggan lívsstíl alt árið. Hugt verður eftir, hvat vit hvør í sínum lagi kunnu gera í okkara gerandisdegi. Endamálið er at fremja burðardygga ferðslu, flytføri, gongutúrar, súkkling, el-bilar og annað.

Í vikuni verða tiltøk, kappingar og evni viðgjørd, ið hava til endamáls at lýsa burðardygga ferðing:

- Ferðsla: Bussar, ókeypis bussleið, app og kortskipan, bussskýli o.s.fr.

- Súkklur: el-súkklur, vanligar súkklur, súkklustativ o.s.fr.

- Gongufólk: Gongugøtur og gonguvegir.

- Bilar: El-bilar, løðistøðir til el-bilar, deilibilar, koyra saman, parkering.

Fólk kunnu eisini gera nógv sjálv. Lat teg í regnklæðini, lappa súkkluna ella finn gonguskógvarnar fram. Við røttum hugburði og góðum hugflogi eru eingin mørk.

Aftrat hesum verða gjørdar spurnakanningar, ið hava til endamáls at kanna hugburð til grønan lívsstíl og vanar hjá borgarum annars í kommununi.

Átakið Grøna leiðin verður frá mánadegnum 19. september til leygardagin 24.september 2016.

Leinki til Facebook: https://www.facebook.com/gronaleidin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo