Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Her er okkurt hissini leyst og fast úr okkara skattfíggjaða klimatiska ørvitishúsi:

Rusland hevur sagt seg úr Arktiska Ráðnum, ið er meiri um politikk enn klima.

Kom-Kina heldur fram sum limur og hevur keypt fleiri ísbrótarar til pólísin.

Hallbera Vest ynskir ein føroyskan arktiskan stovn (við sær sum leiðara?)

Einki bendir tó á, at Putin meldar Rusland út, tí hann ræðist Hallberu Vest.

Løgtingsfrúan ivast í, um partakvinnan skal fáa sín egna arktiska stovn.

Hallbera snakkar so nógv, at hon kann verða ein váði fyri trygdina í Arktis.

CO2-roknari og ‘grøn’ fólkakirkja
Vinnuhúsið mælir til CO2-roknara, so øll kunnu máta sítt egna CO2-útlát.

Bispur arbeiðir fyri at gera Fólkakirkjuna ‘grønari’ og meiri ‘burðardygga’.

Gaia-Greta, Ingilín Strøm og Kári Mortensen vilja banna allari olju og gassi.

Tey vilja, at føroyingar skulu aftur brenna torv og afrikanar turra neytamykju.

Guterres, ST-aðalskrivari, rópti nýliga í eini røðu í ST: “The world is boiling.”

Vænti tó ikki, hann óttast, vit nú nærkast kókipunktinum, tí tað er 100 stig C.

Hesin korrupti sosialistur krevur fleiri mia $ og Evrur til Hamas ímóti Ísrael.

Al Gore, Bogi Hansen og Johan ‘Hot’
Al Gore hevur spátt heimsins undirgang av CO2 hita 5 ferðir síðan 2005.

Norðpólsísurin er enn 1,7 mió km2 (3 x støddina á Texas ella Vesturevropa).

Gaia-Greta spáar dómadag 3. hvørt ár. Hon hevur 100-tals miljónir tilbiðarar.

Johan Hot sigur, at vatnskorpan á Eystaru Vág hækkar 30 cm árliga av CO2.

Bogi Hansen setti streymboyur í Bankarennuna í vón tí, at Golfstreymurin linkar.

Hvørt summar sveitta øll hesi og miljónir onnur av søgunar mest málda hita.

Tey eru í panikki um, at hitin kring knøttin hækkar meir enn 1,5 stig í 2100.

Um summarið hoyra vit bert um methøgan hita. Um veturin bara skelva vit.

Í 1921 doyðu annars 50 ferðir fleiri fólk av umhvørvisávum enn í 2021.

8 ferðir fleiri fólk doyggja av kulda hvørt ár enn av hita.

Miðgarðsormur, Hallys komet og dómadagur
Víkingarnir trúðu, at Miðgarðsormurin ringdi seg á botni kring alheimin.

Vit trúðu á nyk, vættrar, sjódregil, marmennil, niðagrís, trøll og huldur.

Men tá SEV-orkan avloysti lýsikolu og karbidlykt, doyði henda pátrúgv út.

Hally’s komet lýsti hválvið upp eitt kvøldið í 1911. Øll væntaðu dómadag.

Ein bátsmanning róði sum fyri lívinum í gripsborð við fiski inn móti Saltnesi.

Formaðurin bað teir rógva, so teir fingu avreitt á Høgabóli áðrenn undirgangin.

Tveir menn dyrgdu á Kalsoyargalvi og sóu sama logandi nykbrand á luftini.

Annar sissaði hin: ”Eg ivist í lítlu Kalsoynni, men stóra Eysturoy fer ongan veg.”

Í ára-10 hava El Nino og La Nina ongan góðan átt uttan Osmund Justinussen.

Nú fáa skjótt fleiri PhD-arar skatt í løn fyri at hjúkla um hetta veðurfyribrigdi.

Nú missa sjálvt longst bóklisnu føroyingar svøvnin av alskyns klimapátrúgv.

Havstovan mælir sum í áratíggju til 20% minni fiskiskap og fleiri økisfriðingar.

Steingrund sigst hava mist pippið og hevur sagt seg úr starvi av samvitskubiti.

Tá fiskimenn bert kunnu fiska á 20% av grunnunum, hava ‘vísindini’ vunnið.

Tá verða fleiri masters og PhD á Vísindavøku í KvF enn fiskimenn at føða okkum.

Kona Marius á Oksakletti fekk ikki “slettað tey úr landsskattinum” í 1930-unum.

Tá tjentu Marius og 4.000 aðrir sluppfiskimenn 500-1.000 kr hálvárið til skips.

Karin Margreta bjóðar lægst (-30 kuldastig)
Men í vikuni dagaði ein skilagóð kvinna fram á D&V-skíggjan við nýggjari vón.

Karin Margreta gav globalum, kókandi klimakultistum eitt gipp í rassin.

Eg hugsaði um Miðgarðsormin, tá D&V vísti havstreymarnar hjá Karin Margretu.

Teir vóru so fløktir á myndini, sum høvdu teir fingið tarmakast.

Tað kann gera, at Golfstreymurin fær ‘forstoppilsi’ og steðgar innan 100 ár.

Karin Margreta gav Guterres, Gretu, Hot, Boga og Ingilín stórt høvuðbrýggj.

Hon kunngjørdi ímóti øllum hinum, at hitalagið kann falla 30 stig!

Tað meina granskarar í NCKF-stovninum, ið bjóða Karini Margretu limaskap.

Enn bjóðar Guterres hægst, +100 stig C, og Karin Margreta lægst, -30 stig C.

Klimakultistarnir teljast nú í miljóna tali og kosta billiónir av $$ og Evrum.

Gott, at NCKF gav Karin Margreta eina pøs av ísvatni til at køla klimaið.

Vónandi sløkkir hon eldhugin hjá flest møguligum heksadoktarum í alskyns gykli.

Nøkur fakta um ístíð og nútíð
Lat meg enda hesa dagføring um klimatiskt tvætl við nøkrum søguligum fakta:

Síðsta ístíð vardi uml 100.000 ár. Hon byrjaði at hæsa av fyri 20.000 árum síðan.

Tá rakk ísurin suður til USA, Alpurnar, Suðurrusland og Norðurkina.

Tá hann kreymaði, hækkaði sjóvarmálin uml 120 metrar (1,5 mm árliga).

Føroyar vóru landfastar út á 120 m dýptarkurvuna. Øll sund og firðir vóru turr.

Hitamunurin millum ístíð og okkara tíð er bert eini 6-7 stig C í miðal.

Farnu 5.000 árini (søgulig tíð) hevur hitin sveiggjað 3-4 stig C í mesta lagi.

Hvørt lýtt og hvørt kølið tíðarskeið hevur varað uml. 3-400 ár.

Hvørt hitakifti tekur 50-100 ár. Hitin og kuldin eru ymiskir frá øki til øki.

Lýggjar øldir hava havt stór framstig, og tær køldu stór afturstig við sær.

Seinasta lýggja tíðarskeið undan okkara var í Víkingaøld uml ár 850-1250.

Okkara lýggja tíðarskeið byrjaði uml 1750. Tað fer helst at kólna í hesi øld.

Í landnámstíð var hitin 1-2 stig C lýggjari enn nú (men ‘klimakúlur’ dylja tað).

Fakta leggja einki í okkara kenslur. Lærið av søguni. Gud og sólin ráða.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo