40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vindeygavirkið H-DYGD í Vágum hevur fingið sær framsýning og søludeild í Brekkutúni í Hoyvík. Latið varð upp hósdagin við almennari samkomu, har Jógvan Arge, varaborgarstjóri, beyð virkinum vælkomnum til Havnar: 

“Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt so viðurkent framleiðsluvirki sum H-Dygd í Vágum letur upp søludeild í Havn. Men rætt gera tit, tí tað er í Havn, tað hendir, og tað er umráðandi hjá tykkum at vera her eisini. 

Ikki tí, H-Dygd hevur selt mangt vindeygað til Havnar og onnur pláss uttan søludeild og framsýning her. Eg var eina ferð til kappróður í Miðvági. Ein skipara skuldi eg hava á útvarpsbátinum, og Jónberg á Mýrini var maðurin, sum sigldi við mær. Tá steðgur var í kappróðrinum, fall prátið niður á vindeyguni. 

Eg segði við hann, at eg umhugsaði at skifta vindeygu í miðhæddini nakað skjótt. Hann var skjótur at svara: Tú skalt fáa eitt gott tilboð frá okkum. Eg hevði sera góðar royndir av einum plastvindeygað uppi í kippinum, so eg ivaðist ikki í at venda mær aftur vestur í Vágar, tá løtan kom. 

Fyrst komu tveir tilkomnir vestmenningar at taka mát av øllum vindeygaopunum. Síðani gingu nakrir dagar, tá kom ein lítil lastbilur við vindeygunum. Jónberg var bilstjóri. Síðani komu tveir ungir vágamenn at taka tey gomlu vindeyguni úr og seta tey nýggju í. 

Hetta vóru træalu vindeygu. Tað høvdu vit valt, tí konan vildi hava træ innan, og eg vildi hava viðlíkahaldsfrítt uttan. Hetta hevur víst seg at vera ein góð loysn, ikki minst hjá mær. Tí nú sleppi eg undan at fara upp í stigan at mála vindeygu á mestsum hvørjum ári. Og konan fegnast um tilfarið í inndekninginum. 

Í okkara føri passar tað, sum H-Dygd sigur á heimasíðuni, at teirra vindeygu eru dygdarvørur, og tað er hugaligt at lesa, at tey blúgvast ikki við at veita 10 ára garanti fyri sínar vørur. Tey seta eisini æru í at kunna veita allar eykalutir til slitlutir, um tað so er til vindeygu, ið eru útivið 50 ára gomul.

H-DYGD byggir á Vatnsoyrar Snikkaravirki og Føroya Glugga í Miðvági. Vatnsoyrar Snikkaravirki hjá Hans Elmar Poulsen og synum fór at gera vindeygu í 1968 og gjørdist kent fyri Húsmóðurvindeygað. Í 1990 keypti virkið Føroya Glugga. 

Træalu-vindeygað kom í árinum 2000. Tað var kollveltandi og sum skapt til føroyska veðurlagið. Alt vindeygavirksemið varð í 2005 savnað undir navninum H-DYGD, og í 2007 keyptu feðgarnir Jónberg og Jóhan á Mýrini fyritøkuna saman við Poul Poulsen. Hon er framvegis fremsti vindeyga- og hurðaframleiðari í Føroyum. 

Fari at enda við nøkrum orðum aftrat av heimasíðuni: “Drúgvu royndirnar at gera vindeygu hava ment okkara serkunnleika. Vit kunnu altíð veita bestu ráðgeving og tænastu, tá ið okkara kundar skulu hava vindeygaloysnir til síni dreymaheim.

Her er nógv regn og nógvur vindur, og her regnar í heilum uppeftir. Vindurin kroystur vætuna inn allastaðni. Tað krevur sjáldsama væl gjørd vindeygu. HDYGD kennir føroyska veðurlagið, vit liva við tí hvønn dag, og hava síðani 1968 gjørt vindeygu, sum halda leingi og standa seg serliga væl í okkara veðri”. 

Tað er hugaligt sum varaborgarstjóri í Havn at bjóða einum so tilvitaðum felag vælkomnum til Havnar. Og staðsetingin her uppi í Hoyvík fer óivað at vísa seg at vera ein staðseting við haldgóðum perspektivi í framtíðini eisini. 

Vælkomin til Havnar og góða eydnu! 

Hoyvík 1. September 2016 

Jógvan Arge varaborgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo