Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hægstirættur í USA skal nú taka støðu til, um fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, kann stilla upp til undanvalini til forsetavalið, har stóru flokkarnir finna síni valevni til sjálvt forsetavalið.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Áður hava tveir statir, Colorado og Main, boðað frá, at teir ikki loyva Trump at stilla upp, tí teir halda, at hann hevði ábyrgdina av álopinum á Kongressina 6. januar 2021. Trump hevur kært avgerðirnar.

Avgerðin sum hægstirættur tekur er galdandi í øllum statum í USA. 

Tað eru tilsamans 9 dómarar í hægstarætti í USA, tríggir eru tillevndir av demokratiskum forsetum og 6 av republikanskum forsetum.

Hægstirættur fer at umrøða málið 8. februar.

Fleiri statir, teirra millum Colorado, hevur undanval longu í vár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo