Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvussu ber tað til, at tað føroyska Landsstýrið uttan nakað mótmæli letur USA skalta og valta við Føroyum, sum eini viljaleysari nikkidukku?

Eitthvørt europeiskt land, sum við slíkari arrogansu, hevði tikið okkum av ræði, høvdu vit kallað við alskyns kúgandi invektivum.

Tað hevði verið skýrt barbarisk geografisk imperialisma.

Men Landsstýrið bukkar servilt og letur sær lynda sum lograndi hundur.

Eitt er givið:

Hvis amerikanarar fyrst sleppa at seta sín jarnhæl á Føroyar, verður kultur-imperialisman hættisligari enn tann geopolitiska, og vit kunnu ikki vænta, at føroyskt mál fer at standa ímóti tí kulturella áganginum meira enn maksimum ein mansaldur afturat.

Úrslitið verður, at føroyskt fer at vera líka so kuriøst og avoldað sum inuit-málini í Alaska og Canada.

Tað verður kulturelt sjálvmorð fyri Føroyar.

Tí er tað ófatuliga defaitistiskt, at Landsstýrið yvirhøvur vil samráðast við so ósmædnar og frekar skemdargestir.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo