Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á síðu tvey í vikuskiftissosialinum er áhugavert yvirlit yvir uppmøting í Løgtinginum.

Har eru tey, sum bert hava verið burtur í ein dag í hesi tingsetuni, meðan onnur løgtingsfólk eru skrásett til at hava verið burtur heilt upp í 8 og 11 ferðir.

Óivað áhugaverd tíðindi fyri lesaran, men áhugaverdari hevði verði, meti eg, um møguligar orsøkir eisini vóru frásagdar.

Og eg ivist onga løtu í, at journalisturin væl veit orsøkirnar hjá nøkrum teirra, at hesi vóru burtur í ørindum fyri Løgingið og tí ikki kundu vera á Løgingi somu dagar.

Sum dømi kunnu nevnast teir báðir limir Løgtingsins í Norðurlandaráðnum og formaðurin í Útnorðurráðnum, sum 5 ferðir í heysthálvuni umboðaðu ráðið á fundum í øðrum londum.

Jenis av Rana

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo