40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Við langhylinum tekur føroysk svimjing eitt stórt stig út í heim við luttøku í altjóða kappingum, eins og Føroyar kunnu hýsa størri altjóða kappingum í høvuðsstaðnum.

Mikudagin fer Annika Olsen, borgarstjóri, at seta hakan í Langhylin og siga nøkur orð.

Býráðið samtykti 6. novembur at taka av høvuðsarbeiðstøkusáttmála uppá 147.5 miljónir kr við P/F J&K Petersen. Og 30. novembur varð sáttmáli undirskrivaður millum J&K Petersen og Tórshavnar kommunu.

Tá ið fyrsta flagið er loyst, verður farið beint víðari at rigga byggiplássið til. Langhylurin skal verða liðugur í 2023.

SNA hevur teknað og lagt Langhylin til rættis. 

Tiltakið byrjar klokkan 15. Tá ið fyrsta flagið er grivið av svørðinum, verður kaffi og kaka at fáa í svimjihøllini í Gundadali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo