Ein grind sum varð funnin uttanfyri Sandvík tíðliga í morgun verður nú rikin á Hvalba.
VP frættir, at talan er neyvan um fleiri enn 100 hvalir.
Sandvík er ikki góðkend hvalvág, tí verður farið til Hvalbiar við grindini.
Nógvur bátur er hjá grindini, og raksturin gongur væl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo