Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Annika Olsen, borgarstjóri, heitir á foreldur um at hava børnini heima restina av vikuni. Annika Olsen sigur, at fyri at binda um heilan fingur vil kommunan heita á øll foreldur at hava síni børn heima hósdagin og fríggjadagin, um tað ber til.

- Hesir fýra dagarnir til mánadagin geva okkum tíð til at síggja, hvussu støðan broytist, og hvat so skal gerast, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, við Kringvarp Føroya í kvøld.

Tórshavnar Kommuna ætlar sær eisini at kanna starvsfólk á dagstovnaøkinum, fyri at tryggja sær, at sjúka ikki verður borin inn ella út av dagstovnaøkinum.

- Vit hava ikki varugan av, at tað er sjúka á dagstovnaøkinum, men vit vilja binda um heilan fingur, sigur borgarstjórin.

Stovnarnir hava tó opið í morgin, hóast heitt verður á foreldur um at hava børnini heima. Kannað verður so, hvussu støðan er, tá vit koma fram til vikuskiftið og um neyðugt tá er at stongja stovnarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo