Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Teir klára ikki 60.000 mans. Teir eru undir jørð og bíða bara, til jødarnir koma.

Nakað soleiðis segði Ali Baraka, sum er ein av leiðarunum í Hamas, við Washington Post herfyri.

Tað ber ikki til at fáa tølini váttað frá nakrari óheftari keldu, men serfrøðingarnir sum Washington Post hevur tosað við halda ikki, at tað er langt av leið, sum hann sigur.

Tað sum hinvegin er greitt er, at Ísrael stendur klárt at leypa á við umleið 300.000 hermonnum. Royndirnar hjá USA siga, at áleypandi partur skal hava ímillum 3 og 5 ferðir fleiri hermenn enn tann sum verður álopin. Passar tað, er ikki talan um nakran greiðan vinnara.

Hinvegin er greitt, at Ísrael er nógv betri fyri hvat útgerð viðvíkir.

Sagt verður, at tunlarnir hjá Hamas eru yvir 500 km til longdar og 30 metrar undir jørð. Partar eru so smalir, at ein maður akkurát fær trýst so ígjøgnum. Men partar eru eisini so breiðir, at tað meira minnir um eina tokstøð. Har eru bunkarir, vápna- og lóðurgoymslur, vápnaverksmiðjur og eisini sjúkrastovur til særdar hermenn.

Blóðugasti parturin av krígnum ímillum Ísrael og Hamas tykist enn vera eftir. Og har eru ongar lættar loysnir, hóast Ísrael bæði ræður yvir einum herflota og flogvápni, sum Hamas ikki hevur.

- Vit fara ongantíð niður í ein tunnil. Tá vit finna eina inngongd tilkallað við sappers (verkfrøðingarnar), sum koma og spreingja teir í luftina, segði ein ísraelskur heryvirmaður sum var dulnevndur við Sunday Times. Ein máti er eisini at fylla teir við royki ella vatni.

Stóri trupulleikin er, at ongin veit hvar teir fleiri 100 gíslarnir, sum Hamas tók 7. oktobur, eru. Men mest sannlíkt eru teir í tunlunum.

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo