Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hamradun gav sína fyrstu fløgu út í 2015. Útgávan var á føroyskum og tónleikurin ferðast í einum heimi av føroyskum sagnum og vísum, og kann bólkast sum fólkarokkur, tá hann er allar best. Við útgávuni eru Føroyar í dag ríkaðar við einum kvæða- og vísurokk verkið við Hamraduni, ið kemur at standa sum ein varði í føroyskari tónleikasøgu.

Hamradun høvdu eina framúr konsert á Tórsfest fyrr í ár og tí verður spennandi at uppliva bólkin aftur á Voxbotn 2018.

Pól Arni Holm, sum er sangari og oddamaður í Hamradun, hevur áður verið sangari í Týr, har hann var við á fyrstu útgávuni hjá bólkinum ”How Far To Asgaard” frá 2002. Hinir, ið eru við til at manna Hamradun eru Uni Debess, John Egholm, Finnur Hansen, Heri Reynheim og Rani H. Christiansen.

Umframt Hamradun er longu avdúkað, at Nephew, Gilli, Byrta, Hardinger Band og Danny & The Veetos eisini fara á pall á Okkara Voxbotn 2018. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði.

Forsølan til Okkara Voxbotn 2018 hevur gingið sera væl, tí nú byrja atgongumerkini at ganga undan, siga fyrireikararnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo