Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

(mynd: Norðurlandahúsið)

(mynd: Norðurlandahúsið)

(mynd: Norðurlandahúsið)

Tað var fyri tíð síðani, at Uni Debess nevndi fyri mær, at teir arbeiddu við nýggjari útgávu og nevndi, at tað hevði verið gott við einum ummæli.

Útgávan Nætur Nýggju hevur fingið rættiliga nógva umtalu í seinastuni, men eg vildi eisini fáa sjálva konsertina við, tí tað gevur mær eina meiri víðkaða kenslu av heildini.

Eg var ikki í iva um, at lagt var upp til nakað serligt, tí bæði í allari umtaluni og tí, ið møtti okkum, kundu vit bara seta okkum væl tilrættis.

Síðani Hamradun kom á pallin, havi eg fylgt teimum allan vegin, so sjálvandi vil eg geva nøkur orð frá mær.

Konsertin
Tað kom sjálvandi ikki óvart á nakran, at tað varð lagt sterkt frá landi, so tað var ein serlig og trygg kensla, tá Pól Arni nevndi, at henda útgávan er bygd á tær undanfarnu.

Eg vil tó siga, at her hava vit ein meira harðan og kontantan stíl, men tað er bara ein staðfesting um, at hesir garparnir eru komnir tað longri og eru tryggir í tí, teir fáast við.

Tað er kortini onki at taka seg aftur í, at vit framvegis eru í tí søguforteljandi fólkarokkinum, men á hesari útgávuni fái eg eina kenslu av meira metalli.

Lagt varð út við øllum løgunum á útgávuni, men okkurt av teimum undanfarnu toldi eisini dagsins ljós, tí hesi eru jú løgd til grund fyri tí, sum vit nú hava fingið við nýggju útgávuni.

Eg kann merkja ein bólk, sum er nógv meira spældur saman, tí tað er sjálvandi tað, við so hørðum taktum, at tað skal vera í samlaða ljóðmyndini nakað, sum ikki skilir seg út, men gevur okkum lurtarum eina kenslu av, at her er fer alt upp í eina hægri eind.

Tí fekk eg við tað sama hesa tryggu kensluna, at alt hetta er bara so fantastiska væl lagt tilrættis, tí eg lurtaði eftir hvørjum einstøkum, sum eg veit teir hava lagt alla ta orkuna í, at vit standa við einum so fullkomnum verki!

Tá eg seti meg tilrættis í einum og hvørjum samanhangi, vil eg gjarna hava nakað fyri tað eg havi rindað fyri, so sjálvandi vildi eg hava tað sama her.

Í øllum tí vit seta okkum fyri og hava eina meining um, er tað jú hetta serliga við tí at verða undirhildin, at tað setur serlig krøv til artistarnar, men øll manningin í Hamradun er nú á tí støðinum, at ein bara kann rokna við tí besta – FLOTT!

Tá teir spældu eitt lag fyri og annað eftir, fekk eg bara prógv fyri tí, at her hava vit veruligar tónleikarar á heimsstøði, sum eg tori at siga, sleppa so langt teir sjálvir vilja!

Har var bara so nógv ein kann taka fram, tí sjálvandi kann eg ikki koma frá røddini hjá Pól Arna, sum eg haldi bara er komin á júst hetta støðið, sum ein rokkrødd kann koma, tí hann hevur ein melodiska tilgongd og dugir eisini at leggja tað meira harða fyri dagin, so ein fær boðskapin við.

Tað er sera gott og ikki minst djarvt, at teir halda so fast í føroyska málið og tekstin, sum eg tori at siga, er ein vegvísari fyri okkara mál!

Í tí eina av løgunum kom Pól Arni inn á hetta við tí hetlenska málinum, at har hava tey verið fyri avbjóðingum, sum vit føroyingar mugu taka til okkum, so vit verja okkara mál.

Kvøðarar á pallinum
Tað er heilt fantastiskt, at teir í Hamradun hava sett sær fyri, at halda kvæðarokkinum uppi, so tað var ikki sørt gleðiligt og einastandandi, at teit høvdiu fingið nakrar góðar kvøðarar við á pallin.

Aftur her er tað hetta við okkara mentan og tí, sum teir í Hamradum síggja seg aftur í, at teir gjarna vilja geva sítt íkast til at verja um – og halda uppi – FLOTT!

Tað var ein sera góð kensla, at hoyra henda partin av uppsetanini, tí vit áhoyrarar vórðu so sanniliga tikin við og kundu geva okkara.

Tónleikararnir
Eg havi nevnt Pól Arna, sum við sínum serligu evnum kann geva sítt, men eisini var eg sera fegin um báðar guitaleikararnar, Una og John Áka, sum á ein sera hepnan hátt dugdu at fáa eitt samlað ljóð, har bæði tann rútmiska- og solokenda følingin var á einum sera høgum støði.

Kann ikki koma uttan um sera trygga og fasta bass-spælið hjá Hera, tí eg tori at siga, at vit eiga ein av okkara bestu á økinum.

Royndi og dugnaligi Finnur kom, aftur hesaferð, sera væl frá sínum leikluti á tangentunum, tí eg havi mangan hugsa um, at hesir mugu hava serlig evnir – at fara frá tí ”vanliga” yvir í henda fólkarokkin, sum teir allir hava megnað til UG!

Í øllum hesum eru sjálvandi trummurnar ein sera avgerandi og taktsláandi partur, sum eg má siga hevur sín mann í Rana, tí ikki er hann bara góður til hetta samanspælið millum bass og fóttrummu, men so hevur hann eisini evnini til onkra frálíka solo!

Tað var aftur hesaferð góð roynd fólk við knøttarnar og ljóssetingini, so vit lurtarar kundu sanniliga bara sita og njóta.

Tikið samanum
Tá vit høvdu sitið í ein tíma, haldi eg at Pól Arni nevndi, at hann takkaði fyri og so fór øll manningin av pallinum.

Men so lætt sluppu teir ikki, so eftir ein umleið hálvan tíma afturat, kundu vit øll reisast og syngja Fagra Blóma, tí eg fekk júst alt tað kom eftir – EINASTANDANDI!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo