Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Samfelagið stongir, men vit lata sinnið upp. Eina tíð fara vit at seta meira prís uppá at vera saman við vinum og familju.

 

Vit fara at vera nógv fittari eina tíð.

 

Luftin verður reinari, tí vit dálka minni. Vit taka uppá, til vit finna útav at ganga og renna nakrar túrar.

 

Húsini og garðurin skulu røktast og yvirhálast.

 

Summi tosa um sjálvsrealisering, leita eftir sær sjálvum í mindfulness og yoga og aðrari pátrúgv og finna bert tómrúm, nú dagsins meiningsfylla brádliga er horvin.

 

At gerandsdagurin hvørvur kann føra til friðloysi, órógv og fjáltur.

 

Onnur finna meiningina við lívinum.

 

Varnast, hvat veruliga hevur týdning, hvat gevur góða meining.

 

Vit renna okkum beint í pínslusøguna í stilluviku.

 

Pínslusøgan hevur ein enda og aftaná er uppreisn.

 

Vit reisast aftur.

 

Harmiligt, um tað er satt, at slíkar støður føra til vaksandi hjúnaskilnað - men ein troyst er í tí, at intimiteturin hjá mongum øðrum hesa tíðina fer at økja stórliga um barnatalið uppundir jól.

 

Koronabørn, segði onkur.

 

Vit hava øll fingið ein felags fígginda. Ikki bara tey vinstra- og høgravendu og kristin og muslimar.

 

Nei, øll í allari verðini, líka frá dadluetandi djihaddistum til Pál Weihe. Xi Jinping og Trump eru samdir.

 

Kammerátskapurin blómar, tí vit hava EIN felags fígginda.

 

Hvat man tað fara at gera við fólk?

 

Sóttarvarðhald um alt landið.

 

Friðarligt - sjálvt Jehova Vitni arbeiða heimanifrá.

 

Okkara annars sjálvklóku fíggjarfrøðingar sita heima og sutta tummul og eru um at fara úr sínum góða skinni, tí onki økonomiskt modell finst í lærubókunum, sum passar til tað, sum nú hendir undir koronapandemiini.

 

Best er at halda gák, leita sær hamaran og penslarnar fram og gera okkurt til nyttu heima.

 

Løn fær ein so kortini.

 

Nógv arbeiða heima og fáa nógv meira burturúr enn vanligt, tí 75% av arbeiðnum á arbeiðsplássinum er fjant og fjas og tankatóm sosial samvera.

 

Er tað ikki merkisvert, hvat hendir, tá samfelagið soleiðis steðgar upp?

 

Tey fyrstu, vit senda til hús, eru sjálvandi tey, vit minst hava tørv á.

 

Tað vil siga stórt sæð allar akademikararnar í landinum.

 

Samstundis eru øll tey lágløntu til arbeiðis.

 

Og sum tíðin líður duga tey flestu at síggja, at ongi hava størri týdning enn tey, sum passa uppá okkara heilsu, tey, sum rudda upp eftir okkum, og tey sum skaffa okkum mat í munnin.

 

Tað má fara at geva eitt heilt annað perspektiv til komandi lønarsamráðingar.

 

Vónandi tiga akademikararnir.

 

Góðu gomlu sjúkrahjálpararnir fara flúgvandi upp í løn saman við skrellimonnum og kassadamum við risikotilleggi.

 

Spennandi, um samfelagið virðir tey eins nógv tá og nú.

 

Sum heild verður hetta eitt eksistentielt upplivilsi fyri fjøldina.

 

Her er møguleiki at skera inn á bein:

 

Hvat er tað góða lívið?

 

Meðan vit finna útav tí, eiga vit samstundis at gera okkum greitt, at hjálparpakkar skulu gjaldast.

 

Og ongin er at gjalda rokningina uttan vit.

 

Ad-hoc toymið

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo