40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri bara fjøruti árum síðani útgav tann ágrýtni týski feministurin og sociologurin Hannelore Schrøder eina tiltrongda bók um Olympe de Gouges tann allarmætasta og djarvasta pionerin fyri emancipatión av kvinnum og stríðnum móti øllum trælahaldi av svørtum arbeiðsfólki.

Hannelore, sum sjálv stríddist stálsett fyri socialum rættindum til kvinnur var eisini ein av initiativtakarunum til "Olympe de Gouges Stiftung. Menschenrechte für weibliche Menschen."

Bókin hjá Hannelore Schrøder um OLYMPE de GOUGES var alneyðug at skriva, tí ótrúliga nógvir modernaðir feministar næstan tóktust hava gloymt, fortrongt ella kanska slett ikki vita um henda kvinnuliga martyrin.

Olympe hevur fram um allar kvinnur uppiborið ein serligan minnisvarða á hvørjum einasta kvinnudegi, tí hon var tann FYRSTI politiski kvinnuligi martyrurin.

Hannelore fekk tí í 1979 rehabiliterað ta fronsku pionerkvinnuna, sum bæði setti skjøtul á kvinnubardagan og eisini doyði fyri sakina sum martyrur, bara 45 ára gomul.

Stutt um skribentin, sjónleikaran og ein tann allarfyrsta kvinnuliga aktivistin, Olympe de Gouges:

Hon var fødd sum Marie Gouges 1748 í eini smáborgarligari familju í Montauban, ca. 50 km norðanfyri Toulouse í Suðurfrankaríki.

Hon var ógvuliga gløgg og fekk eisini góða skúlagongd, men sum bert 16 ára gomul bleiv hon hart móti sínum vilja noydd at gifta seg við einum restauratøri, sum skuldi hava eina bíliga arbeiðsmegi á síni matstovu.

Tey fingu ein son í hesi mesalliancu, men hjúnarbóndin doyði longu árið eftir.

Tá ið Olympe var blivin 21 ár, flýddi hon við soninum til Paris, har hon fekk innivist hjá eini systir.

Í Paris møtti hon tí múgvandi aðalsmanninum Jacques de Rozières, og tey livdu saman sum par, men Olympe sýtti fyri giftarmáli, tí hon helt hjúnarbandið vera eitt fongsul fyri einahvørja kvinnu.

Tey suppleraðu intellektuelt hvønnannan, samstarvaðu væl og fingu stovnað eitt sjónleikarahús longu í 1770´unum.

Marie skifti sítt prosaiska navn út til frama fyri tað kulturpoetiska Olympe.

Hon skrivaði dúgliga og javnan bæði skaldsøgur, sjónleikir og politiskar pamflettir, sum allar hvassliga kritiseraðu diskriminering av kvinnum, funnust at tí líkagylduga og arroganta aristokratiska stættinum, og so fordømdu tær ta socialu neyðina hjá teimum fátæku og tad barbariska trælahaldi av nekarum.

Olympe fírdi ikki fyri spontant at taka orðið á torgum og gøtuhornum, har hon býtti út politiskar brochurur og pamflettir.

Hjúnini Jacques og Olympe vitjaðu dúgliga í teimum viðgitnu debatt-salonunum í Paris, har bæði skribentar, politikarar og listarfólk hittust til djarvar, opinskáradar og ofta hvassar socialt liberalar fundir.

Á slíkum fundum fanst man opinlýst at fronskum einaveldi og slóðaði fyri revolutionerum tankum.

Millum hennara vinir vóru menn sum samfelags-filosoffurin og økonomurin Condorcet og skribenturin Louis Mercier.

Teir vóru sera imponeraðir av hennara ótroyttiliga áræði og sociala ágrýtni.

Mest kenda skriv hennara var "Déclaration des droits de la femme et de la citoyenne" (1791), har hon systematiskt argumenterar fyri, at kvinnur eiga at fáa fulkomuliga tey somu rættindi sum menn.

Kvinnur fingu sjáldan orðið á almennum fundum, so eitt av hennara kendu citatum var soljóðandi:

"Kvinnur sleppa uppá skafottið til at verða hálshøgdar, so mugu tær sanniliga eisini sleppa uppá ein talarastól."

Øll hennara skrivtir vóru politisk, so tað var heilt naturligt fyri hana at fylkjast við teimum revolutioneru í 1789, men hon var pacifistur og vildi ikki vita av kríggi ella yvirgangi.

Hon ógvaðist yvir guillotin-drápini hjá jacobinarunum; sjálv var hon moderatur girondinari og stríddist tí harðliga móti Robespierre, sum hon lýsti sum ein maktsjúkan høvuðkamb og ein tyranniskan yvirgangskropp.

Summarið 1793 býtti hon farliga djarvar og kritiskar pamflettur út og setti plakatir upp við álopum á tann ráa Robespierre og aðrar jacobinarar.

Tað førdi til, at hon bleiv fastsett í tríggjar mánaðir, har hon var avhoyrd og torturerað av eirindaleysum vaktarmonnum, men hon vildi ikki lúta ella ganga frá sínum.

Hon var so stálsett í síni mótstøðu, at hon fleiri ferðir smuglaði kritiskar pamflettur út úr fongslinum.

Tann 3. november 1793 varð hon hálshøgd í guillotinuni á tí monumentala Place de la Concorde og gjørdist harvið tann fyrsti politiski kvinnuligi martýrurin.

Nógvar kvinnur høvdu fyrr verið religiøsir martýrar, men Olympe doyði fyri ta politisku og feministisku sakina.

Saman við tí týsku Claru Zetkin og tí schweisisku Iris von Roten stendur Olympe de Gouges í verðins sterkastu trio fyri aktiva feministiska emancipatión.

Kvinnur í dag skylda hesum stálsettu slóðbrótarum sínar sigrar og øll síni rættindi!

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo