Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD Groupe: Lasse fær ikki verið við til stóra dansibandskvøldið í høllini á Hálsi 28.oktobur. Ì hansara stað kemur tó eingin onnur enn Hanne Mette, sum er kend frá dansibandinum Contrazt.

Hon er ein roynd kvinna, hevur útgivið soloplátur, samstarvað við øðrum kendum tónleikarum og vunnið virðislønir.

Vit kenna sangin ‘Jeg blir glad når jeg ser deg’ ið javnan rungar í KVF til fríggjakvølds sendingina “Upp á Tá”.

Hóast vit eru hørm um at Lasse ikki fær verið við, eru vit sera spent og fegin um at fáa Hanne Mette til Føroya og ivast ikki í, at hon fer at seta sín dám á kvøldið. 

Tað verður sostatt eitt rimmar dansibandskvøld í Høllini á Hálsi 28. oktober, tá norski dansibandsbólkurin Gluntan, Hanne Mette, Sommerson band og Finnur S. Olsen hava konsert. 

Norski dansibandsbólkurin Gluntan hevur verið væl umtóktur í norðanlondum í nógv ár og nú koma teir endiliga til Føroya. 

Við sær til Føroya hava teir Hanne Mette sum gestasangara og at toppa alt við, koma føroysku Sommerson Band at leggja dám á kvøldið, við teirra altíð góða tónleiki.

Hesin bólkur varð stovnaður í 2019 og hava teir veruliga vunnið nógv føroysk country hjørtu síðan tá.

Afturat øllum hesum, kemur Finnur S. Olsen frá “Upp á Tá” at venda plátur. Tí fáa vit tað besta av tí besta innan dansibands tónleik leygarkvøldið 28. oktober í Høllini á Hálsi. 

Atgongumerki fáast í forsølu á ebillett.fo fyri 480 kr. íroknað avgreiðslugjald.  

Prísurin hækkar 25.oktobur á midnátt upp á duraprís, sum er 600 kr. 

Eisini er møguligt at keypa hotelpakkar har tit gista á Hotel Djurhuus. Prísur úr kr. 850,- per persón íroknað morgunmat. 

Atgongumerki kunnu keypast á www.ebillett.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo