Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hesa vikuna kemur danski prædikumaðurin, Hans Berntsen aftur til Føroyar. Hesar komandi dagarnar fer hann at hava frelsu- og grøðingarmøtir kring oyggjarnar.

Hans Berntsen var her í mars mánaði í ár, har túsundtals fólk nýttu høvið at lurta eftir boðskapi hansara um Jesus – á Viðareiði, har tað búgva 350 fólk, vóru eini 250 fólk til møtið, og í KFUM&K í Klaksvík, har helst eini 600 fólk vóru á møti.

Øll hesi fólkini fingu høvið at síggja – ella sjálvi uppliva – at menniskju vórðu bæði frelst og grødd fyri sjúkur og plágur av ymiskum slagi.

Í vár var so avtalað, at Hans skuldi koma aftur til Føroyar í august, og nú fer hann at tala í Suðuroy, Norðoyggjum, í Eysturoynni og í Havn.

SIGA JA TIL JESUS
Hans Berntsen er ikki bundin at nakrari kirkju ella samkomu, og talar tí allastaðni, har hann verður boðin.

Á hesum sinni verður høvið at fara á møti hjá honum eftir hesi skrá:
Mikukvøldið: í Suðuroy
Hóskvøldið kl. 19: í skúlanum á Viðareiði
Fríggjakvøldið kl. 19: í KFUM&K í Klaksvík
Leygarkvøldið kl. 19: í missiónshúsinum í Leirvík
Sunnudagin kl. 11 í Lívdini í Hoyvík og kl. 19 í Oasuni í Hoyvík.

Hans Berntsen kemur til Føroyar eftir eina vitjan í Bykirken í danska býnum Odense um vikuskiftið, har eini 100 fólk vóru á møti. Av hesum søgdu 23 teirra ja til at fylgjast við Jesusi og nýggja lívinum at fylgjast við honum.

- Tað er altíð trúarstyrkjandi at vera við til møtini hjá Hans Berntsen, og síggja, hvat Gud kann gera her í okkara tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo