Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Lena Anderssen hevur fingið forfall til konsertina til frama fyri Barnheiminum í Havn, ið hennara stað kemur ein av okkara allar størstu trubadurum. Hanus G. Johansen, var kvikur at játta, nú ástóð.

- Vit harmast, at noyðast at broyta skránna so tætt uppundir konsertina, men Lena hevur fingið krím, og mist røddina, og vit eru sera takksom fyri, at Hanus kundi avloysa við so stuttum skoðbráði, sigur Johan Ásmundsson fyrireikari.

Hanus fer á pall, á konsertini, har  Kristina Bærendsen, Jens Marni Hansen og Lea Kampmann eisini spæla í annað kvøld, leygarkvøldið 30. apríl í Østrøm.

Konsertin hevur sum endamál, at savna pening inn, so Barnaheimið í Havn kann keypa ljóðføri, til búfólkini. Ætlanin er at fara undir at skipa fyri einum tónleikaátaki á Barnaheiminum í næstum, og til hetta krevjast ljóðføri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo