Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsumálaráðið: Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, hevur gjørt av at seta Hanus Toftheyggj sum stjóra fyri Sjúkrahúsverkinum og sum sjúkrahússtjóra fyri Suðuroyar Sjúkrahús.

Hanus Toftheyggj er 37 ára gamal, er útbúgvin administratiónsbachelor í almennari fyrisiting frá VIA University College í Århus í 2013 umframt Master í løgfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2017. Hanus hevur drúgvar royndir innan almenna fyristing, har hann í 7 ár starvaðist sum fulltrúi í Almannaverkinum. Hanus hevur síðani september 2022 verið leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.

Hanus Toftheyggj tekur við starvinum 1. januar 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo