Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað løgna er, at meiri ella minni øll hesi viðurskiftini, sum Jørgen remsar upp, tók Fólkaflokkurin undir við í fíggjarnevndini. Um Jørgen so ikki tekur undir við hansara egna formanni, ja, tað má hann so sjálvur svara fyri. 

Tað vóru ikki hissini atfinningar, sum Jørgen Niclasen hevði at meirilutanum í fíggjarnevndini undir fíggjarlógarviðgerðini í vikuni. Trupulleikin er, at útsagnirnar hjá Jørgeni Niclasen í besta føri eru villeiðandi, um ikki beinleiðis skeivar.

Jørgen vildi vera við, at alt ov nógv sminka var á fíggjarlógini, og at hann hevði funnið “sminku” fyri 107 mió krónur. Sum forkvinna í fíggjarnevndini kenni eg meg noydda til at afturvísa, at fíggjarnevndin hevur sminkað fíggjarlógina. Lat meg taka allar atfinningarnar úr enda í annan:

Skulu ikki játta pengar óneyðugt
Jørgen vil vera við, at meirilutin hevur lækkað lógarbundnar útreiðslur við 19,4 mió. krónur av sínum eintingum. Her má eg vísa á, at hetta er nakað, sum bæði meiriluti og minniluti vóru samd um at gera – tað vil siga, at eisini Fólkaflokkurin hevur tikið undir við at lækka tær lógarbundnu útreiðslurnar.

Fyri tað fyrsta, er hetta nakað, sum verður gjørt hvørt ár. Fyri tað næsta verða lógarbundnu útreiðslurnar lækkaðar við at hyggja eftir, hvussu nógv av játtanini í undanfarnum árum verður brúkt, og hvørjar mettu framskrivaðu útreiðslunar koma at vera. Sjálvandi er tað uppgávan hjá landsins mynduleikum at fara væl við skattakrónunum og ikki játta pengar óneyðugt – pengar, sum kundu verið betri brúktir aðrastaðni.

Jørgen finst eisini at sølu av almennum bygningum fyri 6 mió. krónur. Landsverk hevur fleiri ferðir sagt, at landið eigur at selja fleiri bygningar. Hetta tekur fíggjarnevndin fult undir við, og nevndin hevur tí mett, at møguligt er at selja ein ella tveir bygningar afturat. Leggjast skal afturat, at fyrr hevur hendan upphæddin ofta hevur verið nógv størri - eisini tvey-siffrað!

Harafturat liggur eitt uppskot frá landsstýrinum um stuðul til hitapumpur, sum verður mett at kosta 15 mió. kr. Av tí at uppskotið ikki er samtykt enn, hevur fíggjarnevndin ikki annað at fyrihalda seg til enn galdandi lóg. Tí eru 15 mió kr ikki trektar av fíggjarlógini.

Eingin nýggj avgerð tikin um Teistan
Jørgen fanst eisini at nevndini fyri lata 30 mió. kr í inntøkum fyri sølu av Teistanum standa á fíggjarlógini. Hendan upphæddin stavar frá upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum, sum varð borið løgtinginum. Landsstýriskvinnan hevur boðað nevndini frá, at enn er eingin avgerð tikin um Teistan. So leingi einki annað er fráboðað, kann fíggjarnevndin ikki fyrihalda seg til annað.

So helt Jørgen, at tað er sminka, at umbýtisavtalan við Tórshavnar Kommunu um Hoydalar er flutt fram til 2024. Hendan avtalan gevur landinum eina inntøku á 37 mió kr. Rætt er, at upphæddin verður flutt úr 2023 fram til 2024. Orsøkin er einføld. Umbýtið er heilt einfalt ikki framt í 2023. Tí er einki annað at gera enn at leggja hesa upphæddina inn í komandi ár. Hetta hevur sostatt einki við sminku at gera.

Skattalættin hevur við sær størri nýtslu
Seinasta inntøkumetingin hjá fíggjarmálaráðnum vísir, at inntøkur frá MVG verða 10 mió. hægri enn upprunaliga væntað. Hendan økingin kemur fyrst og fremst sum ein fíggjarlig avleiðing av skattaumleggingini. Tað sigur seg sjálvt, at tá 200 milliónir krónur koma út í umferð í samfelagnum, vil hetta geva landinum nakrar eyka inntøkur í MVG.

Tað løgna er, at meiri ella minni øll hesi viðurskiftini, sum Jørgen remsaði upp, tók Fólkaflokkurin undir við í nevndini. Um Jørgen so ikki tekur undir við hansara egna formanni, ja, tað má hann so sjálvur svara fyri. 

Eyðgunn Samuelsen
Forkvinna í fíggjarnevndini og tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo