40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hin 17. desember sótu vit Jane, Torleivur, Ørvur og eg so hugfarslig á Argjahøvda og hugnaðu okkum við ópilkaðum rækjum úr Klaksvík. So passaligt, at máltíðið var drúgvt, nú vit endiliga sluppu at hittast í hesum frástøðutíðum. Øll gleddu vit okkum til at síggja abba- og ommubørnini, ið koma skuldu til jóla- og nýggjárshalguna.

Kvøldið eftir kom Marjun úr Keypmannahavn við Williami og Leu. Sama kvøldið gjørdist Torleivur sjúkur. Hann varð innlagdur, sendur á Ríkissjúkrahúsið og andaðist har hin 21. desember. Í morgin 3. jóladag hin 27. desember verður hann borin til gravar úr Hoyvíkar kirkju.

----

Tað var í 1960, at eg kom til Havnar á Studentaskúla. Tað vóru fitt og vøkur ungfólk, sum her livdu og virkaðu. Og tey vóru løtt at fáa eyga á. Nærum ongir bilar. Til gongu heim í døgurðatímanum, útaftur á VBV og heimaftur seinnapartar. Millum tey ungu var eygagóði javnaldrin Torleivur Hoydal, ið var í elektromekanikaralæru hjá navnframa Ólavi Rasmussen í Hornabø.

8 ár seinni komu vit at sita lið um lið umborð á Ternuni um Lorvíksfjørð. Tað var fyrstu ferð vit tosaðu saman. Hann búði tá í Odense, har hann las til skipsverkfrøðing, og ikki sørt errin segði hann mær, at hann hevði funnið sær unnustu á Fyn, og hon varð skjótt liðug sum sosialráðgevi. Hondina á hjartað ikki sørt, at eg hugsaði: illa var, at ikki ein føroysk genta hevði funnið hendan dámliga drong. Mundi hann fara at seta búgv í Danmark?

----

Torleivur var føddur í Keypmannahavn. Sum so mong vóru foreldrini, Mia og Sigmundur Hoydal, innistongd í Keypmannahavn undir krígnum. Tey trý vóru eisini millum tey fyrstu, sum komu heim eftir krígslok. Seinni kom systirin Rannvá. Fyrstu tíðina búðu tey úti á Rundingi, men fluttu síðani niðan á Varðagøtu at búgva.

Eftir lokna útbugving sum verkfrøðingur og merkonomur og nøkur arbeiðsár á Lindøskipasmiðjuni í Odense, flutti Torleivur til Føroyar í 1977. Beinanvegin setti hann fyrsta spakan í grundstykkið í Hoyvík, samstundis sum hann fór í starv sum skipaeftirlitsmaður hjá Søfartsstyrelsen í Føroyum. Árið eftir fluttu Jane og børnini heim.Tey settu búgv í N. Mohrsgøtu. Torleivur bygdi sjálvur húsini, ið ikki bert eru vala handverk, men beinleiðis eitt listaverk og haraftrat við sera vøkrum urtagarði. Og tað var ein lívsstílur, alla tíðina at halda alt í góðum standi bæði inni og úti. Í 1982 gjørdist hann stjóri á Skipaeftirlitinum, og tað gjørdist lívsstarvið. Jane og Torleivur eiga børnini Marjun og Mass og fimm ommu- og abbabørn. Fáur hevur verið so røkin og umhyggin sum pápi, abbi og familjumaður sum Torleivur. Og øll elskaðu tey hann.

----

Áðrenn hann fór niður at lesa, arbeiddi hann á Skipasmiðjuni í Havn, eins og hann eitt skifti sigldi sum maskinmeistari. Jane og Torleivur hava altíð verið sera virkin. Tá tey komu heim, vóru eingi størv til sosialráðgevarar, og tí fór Jane á læraraskúla, og lærarastarvið gjørdist lívsstarv hennara.

Hóast lítillátin í atburðarlagi, so var Torleivur lættur at fáa eyga á til álitisstørv. Hann var limur í Prísráði Føroya í mong ár, eins og hann var semingsmaður á privata arbeiðamarknaðinum. Í báðum førum tilnevndur av Føroya Landsstýri. Haraftrat var hann metingarmaður í Færøernes Realkreditinstitut.

Hóast Torleivur var friðarligur og munnstillur, so fylgdi hann væl við í samfelagsviðurskiftum, og kundi eldhugaður tosa við um alt.

Hann var í mong ár virkin hjá Reyða Krossi í Føroyum, og sama fríggjamorgun, har vit hittust um kvøldið fyri seinastu ferð, hevði hann verið í Vágsbotni og latið upp bókasøluhølið hjá Reyða Krossi.

----

Tá vit gjørdust pensionistar, høvdu vit stóra gleði av at ferðast saman. Tað er ikki øllum, tú kanst ferðast saman við í dagar og vikur, men við Torleivi kundi tú fara alla verðina runt, og tað gjørdu vit eisini. Í 2016 fóru vit fýra úr Meðalhavinum, gjøgnum Gibraltar og sigldu vestureftir í 100 dagar til vit komu innaftur gjøgnum Suez veitina. Tað var ein ógloymandi ferð. Vit høvdu eisini fastan tænara umborð - ein kvinna úr India. Hon ikki bara ambætaði okkum væl, men gjørdi okkum heilivág eftir indiskum heimaráðum, tá vit høvdu krím, og altíð við ingifer í. Áðrenn vit søgdu manga takk fyri seinastu ferð, dugdi hon at siga Torleivur á føroyskum, uttan at nakar hevði hjálpt henni. Tað var henda serliga gávan hann hevði at gera so lítlan háva av sær og kortini fáa mesta uppmerksemi. Og soleiðis var tað, um vit vóru við Nordkap, fóru um Kap Horn ella vóru til konsert í Oprahúsinum í Sydney, so var onkur, sum hevði vent sær til Torleiv og prátað við hann.

Hann var ikki bara eygagóður og álitisvekjandi. Tað var veruligt góðs í honum. Og hann var eitt gott umboð fyri Føroyar.

Vit bæði Ørvur fara at sakna Torleiv.

Góða Jane, Marjun, Mass og tykkara. Størstur er missurin hjá tykkum. Vit taka lut í sorg tykkara og biðja Jesus pápa vera hjá tykkum.

Friður veri við minninum um Torleiv Hoydal.

Karin Kjølbro

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo