40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ringi veturin í fjør ávirkaði ikki veiðuna so nógv sum lívfrøðingurin Eyðfinn Magnussen, sum er serfrøðingur í føroysku haruni, væntaði.

Við VP segði hann í februar í fjør soleiðis:

- Haran er svong, tí hon fær onki at eta fyri kavanum. Tí leitar hon omaneftir, og tað er onki óvanligt í tí. Men kavin, sum liggur nú, og hevur ligið óvanliga leingi, ger henda veturin til eina størri avbjóðing enn vanligt fyri haruna, sigur Eyðfinn Magnussen. Hann minti eisini á, at hetta er paringartíðin hjá haruni, og tað ger, at tær leita eftir maka og viðhvørt síggjast fleiri saman.

Men nú haruárið er liðugt ber til at staðfesta, at síðsta haruárið fer at tátta í tað sum var frammanundan, og sum var metár. Yvir 4.700 harur eru higartil skrásettar á haran.fo, men enn mangla fleiri hagar at skráseta sína veiðu.

Eyðfinn Magnussen heitir á harumenn at fara inn á haran.fo og skráseta sína veiðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo