Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SSL: Eftir at støðan við Hasfjord er blivin eftirmett, og krevjandi klassakrøv, ið skulu vera uppfylt hálvan juni, eru blivin sett, hevur landsstýrismaðurin í samráð við Strandferðsluna gjørt av at leggja Hasfjord í seinnu hálvu av juni mánaða.

Samskift hevur verið við ymsar viðkomandi partar í Sandoynni um støðuna, og ynskið er frá millum øðrum vinnulívi í oynni at sigla tveir túrar eyka gerandisdagar.

Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at gera neyðugar tillagingar í ferðaætlanini fyri at kunna nøkta flutningstørvin á Sandoyar- og Hestleiðunum, eftir at Hasfjord verður tikin úr sigling.

Væntandi tekur Erla Kongsdóttir sær av pørtum av siglingini út í Hest komandi tíðina. Hon siglir annars í løtuni sum eykaskip á Nólsoyarleiðini og fer seinni í summar at avloysa á Kalsoyleiðini, tá ið Sam skal á beding.

Samskift verður í løtuni við Landsverk og Tórshavnar Kommunu um at fáa rampurnar í Hesti og á Gomlurætt klárar til, at Erla Kongsdóttir kann flyta akfør um Hestfjørð.

Farið verður nú undir samráðingar við áhugaðar upphøggarar um at keypa Hasfjord.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo