40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hugnaløta var í kantinuni hjá Poul Hansen samtakinum á Hálsi mikudagin 30. oktober fyri Tove Johansen, sum nú hevur valt at fara frá fyri aldur.

Tove hevur arbeitt hjá Poul Hansen heilsølu í 48 ár. Familja, fyrrverandi og núverandi starvsfelagar hjá Tove, vóru samlað til eina hugnaliga løtu, har stjórin, Høgni Hansen, segði nøkur orð og handaði Tove “Den Kongelige Belønningsmedalje”, sum er givin fyri trúgva tænastu í øll hesi árini.

Tove byrjaði longu sum 19 ára gomul at arbeiða hjá Poul Hansen niðri á Bryggjubakka, og hevur síðani verið trúgva røddin í telefon-avgeiðsluni, sum hevur tikið ímóti mongu viðskiftafólkum hjá samtakinum.

Tove hevði sín síðsta starvsdag her í summar og er nú endaliga farin frá fyri aldur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo