Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Staðfestast skal nú um fleiri Wagner leiðarar vóru við flogfarinum sum datt niður mikudagin. Bæði ovastin fyri Wagner leiguherin, Jevgenij Prigozjin, og Dmitrij Utkin, sum skal vera stovnarin av Wagner, stóðu á ferðafólkalistanum til lítla privatflogfarið, sum fleiri halda varð skotið niður ímillum Moskva og Sankta Pætursborg.

Rosaviatsija, sum er russiski stovnurin sum kannar flogvanlukkur, sigur seg hava funnið 10 lík og svarta kassan har sum flogfarið datt niður.

Wagner leiguherurin gjørdi seg ópopuleran hjá Kreml tá hann ístaðin fyri at berjast saman við russiska herinum knappliga í junji vendi sær ímóti Russlandi og hótti við at taka valdið.

Dmitrij Peskov, sum er talsmaður hjá russiska forsetan Vladimir Putin, hevur sagt, at tað er lygn tá sagt verður, at russiskir myndugleikar beindu fyri flogfarinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo