Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Felagið Nótaskip: Føroysku uppisjóvarskipini hava nú rakt við norðhavssild í íslendskum sjógvi. Skipini hava í eina tíð leitað beint eystanfyri fyri 11 stig 30 vestur. Eftir íslendsku reglugerðini fyri fiskiskapin hjá føroyskum skipum í íslendskum sjógvi, mugu føroysku skipini ikki fara inn um hesa linju. Grundgevingin er, at innanfyri hesa linju, er norðhavssildin blandað við íslandssild. Tí fáa føroysku skipini ikki fatur í sildini, fyrr enn hon byrjar at fara eystureftir, og hon plagar at koma út á hesi leiðini.

Leygarnáttina bar Fagraberg við sild, og er nú á veg til Føroyar at landa. Teir hava 1.800 tons. Tróndur í Gøtu, Jupiter og Gamli Jupiter hava eisini rakt við sild og hava 5-600 tons í part. 8 onnur uppisjóvarskip eru á veg til fiskiskap í íslendskum sjógvi.

Føroyska kvotan av norðhavssild er í ár 113 tús. tons, og tá onnur lond hava fingið burtur av kvotuni í býti við tosk, eru 100 tús. tons eftir hjá uppisjóvarskipunum at fiska. Eftir hagtølunum hjá Vørn eru higartil bara fiskað sløk 5 tús. tons higartil í ár. Í fjør var eisini nógv tað mesta av norðhavssildini fiskað í november og desember, tá veiðan tilsamans var sløk 100 tús. tons.

Á kortinum omanfyri er víst leiðin, sum er stongd fyri føroysku skipunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo