Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið: Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2022, og partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi hin 26. oktober 2022. Partarnir hava verið á fýra fundum, og í dag varð semja um nýggjan sáttmála undirskrivað.

Talan er um eina 2 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.

Tann 1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8%

Tann 1. oktober 2023 hækkar lønin 4,04%

Í semjuni eru eisini broytingar í ásetingunum í sáttmálanum um eitt nú starvslýsingar og sjúku, umframt broytingar í bólkaleiðaraviðbótini og viðbótini fyri frítíðarlegugjald o.a.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo