Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsamband Føroya: Um vikuskiftið var triðja og næstseinasta umfarið av liðkappingini í dart.

Hesaferð var Klaksvíkar Dartfelag vertur, og var spenningurin stórur aðrenn vikuskiftið.

D9 av Skála og HDF skuldi møtast í fyrsta dysti, og um D9 skuldi gera sær vónir um at vinna FM, so skuldi tann dysturin vinnast.

Men har var eingin slingur í valsinum hjá HDF og vunnu teir 9-2.

Seinni dysturin hjá HDF var ein reinur toppdystur ímóti VDF. Liðini lógu jøvn í stigum, og kundi vinnarin næstan kalla seg FM vinnara fyri 2020.

Tað sást týðuliga, hvussu nógv dysturin hevði at siga fyri liðini, og var tað nógv tosað um dystin aðrenn.

Men tá men fóru fram til skivuna, so lat HDF ongan iva verða um, at teir eru besta lið í landinum. Eftir 5 teir fyrstu dystirnar var støðan 5-0.

Og sjálvt um vágamennirnir royndu at koma aftur, so var einki at gera, og vann HDF 9-4.

HDF hevur nú ein dyst eftir, og er tað ímóti HDF 2, sum liggur niðast. Og tað skal henda eitt undur, um teir verða innheintaðir av VDF.

Sjálvt um spenningurin um FM heitið so gott sum er av, aðrenn seinasta dyst, so er stórur spenningur um 2. og 3. pláss. Teir seinastu dystirnir verða leiktir í Klaksvík 7. mars. Teir ið mannaðu liði hjá HDF í dag vóru Jan McIntosh – Uni Árting – Niels Thomsen og Eyðun Samuelsen

Uni og Jan enn einaferð
17 pør vóru møtt til triðja umfarið av FM í tvímansleiki, og sum so ofta, so var okkurt yvirraskilsi. Væntað var áðrenn at FM vinnarnir frá 2017 og 2018 Jan Mcintosh og Uni Árting, saman við FM vinnarunum frá í fjør Hera Kalsoy og Hans Eivind Olsen og so Jan Erik Fjallstein/Bergur Klúftá og Remy G Hansen/Petur Thomsen fóru at koma í hálvfinalurnar.

Men heldur yvirraskandi, so taptu altíð sterku Remy og Petur longu í hálvfinaluni, ímóti Una Heðinsson og Hans Jacob Heinesen úr KDF.

Hálvfinalurnar gjørdust spennandi og væl spældar. Bergur og Jan Erik møttu Una og Hans Jacob, og komu klaksvíksjingarnir á odda 3-1 og aftur her sá man, at eitt yvirraskilsi kundi henda.

Men vágamennirnir tóku seg saman, og vunnu 5-3.

Í seinnu hávfinaluni var spenningurin stórur, tá FM vinnandi pørini try tey seinastu árini skuldu møtast.

Uni og Jan gjørdu bart, og vunnu 5-1, har settini vóru á 22 – 18 – 18 – 19 og 16 pílar, sum er ómetaliga gott í tvímansleiki. Finalan stóð so ímillum Jan og Una og Bergur og Jan Erik.

Jan og Uni lótu ongan iva verða um, at teir í løtuni eru besta parið í landinum, og vunnu teir 6-2.

Næsta kapping verður 15. februar, tá kappast verður fyri einstaklingar. Aftaná kappingina, fara landsliðsvenjarnir at taka út bruttohóparnar hjá kvinnum og monnum, sum skulu til Nordic Cup um mánaðarskiftið apríl/mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo