Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tórshavnar kommuna: Fyrsta mál á skránni, tá tingfundurin byrjaði nú seinnapartin, var samtykt av farloyvi til Heðin Mortensen, sum hevur tikið við sessinum sum borgarstjori í Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen segði, at við ársbyrjan tók hann við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og stutt eftir tók hann eisini við sum formaður fyri Føroya Kommunufelag. Av somu orsøk fer hann nú í farloyvi úr løgtinginum.

- Eg fari tí at nýta hetta høvið at takka fyri tað álit, mær er víst av veljarum og borgarum annars gjøgnum fleiri tingsetur, bæði sum tingmaður, sum landsstýrismaður og sum umboð í formansskapinum á løgtingi.

- Tað hevur verið mær ein stór gleði og ein sera stórur heiður at hava fingið loyvi at tæna bæði løgtingi og landsstýri hesa tíðina.

- Eg fari tí at takka fyri einastandandi gott samstarv og at ynskja tingfólki – og ikki minst starvsfólkinum her í løgtinginum – blíðan byr og bestu eydnu frameftir.

- Sum einasta valda umboð fyri Javnaðarflokkin á tingi, umboðandi Suðurstreymoy, so havi eg kent tað sum eina serliga skyldu at umboða mítt valdømi væl.

- Tað fái eg ríkiliga høvið til sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum í løtuni umboðar á leið 42% av Føroya fólki – og saman við miðøkinum annars meira enn helmingin av øllum landinum.

- Búskaparliga framtíðin í Føroyum kemur í stóran mun at snúgva seg um samstarv millum land og kommunur. Tað almenna má ansa sær, ikki at binda kommunurnar ov nógv, men heldur at samstarva um felagsmál, øllum landinum at frama.

- Tað arbeiðið gleði eg meg til, bæði gjøgnum Tórshavnar býráð og gjøgnum Kommunufelagið í góðum samstarvi við landsins myndugleikar.

- Eg fari at enda at ynskja Eyðgunn Samuelsen, sum tekur sæti á tingið, nú eg fari í farloyvi, allarbestu eydnu í starvinum og blíðan byr frameftir. Harra formaður! Eg fari enn einaferð at takka fyri tíðina á løgtingi og ynskja tykkum øllum alt gott og Guds signing komandi árini, segði Heðin Mortensen at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo