40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heðin Mortensen, borgarstjóri, ætlar at taka málið um vandamiklu ferðsluna í Lambagerði í Havn upp á fundi við teknisku umsitingina hjá kommununi fyrst í næstu viku.

Tað sigur hann við VP, eftir at borgarar hava kært sína neyð, tí ferðsluóhappið í gjár er onki eindømi, og tey halda tað vera bert hepni, at ikki stórur fólkaskaði hevur staðist av.

- Eg skilji tey sera væl, og eg harmist eisini um, at tey ikki kenna seg hoyrd tá tey áður hava kært sína neyð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í viðmerking til VP.

- Húsini í Lambagerði liggja lágt í mun til vegin, og tað er eisini omanbrekka, so eg dugi væl at seta meg inn í teirra støðu. Ikki minst við tungu ferðsluni, sum nú er, sigur hann.

Heðin Mortensen upplýsir eisini, at Kirkjubøarvegurin er landsvegur, men at kommunan hevur søkt um at fáa hann til kommunalan veg. Bíðað verður eftir eini kunngerð frá landsstýrinum áðrenn tað kann lata seg gera.

- Men tað kann so gera tað sama. Hetta eru okkara borgarar, og eg ætli at geva hesum málinum allar hægstu raðfesting, tá eg komi aftur til arbeiðis, sigur Heðin Mortensen.

Les eisini: 8 ferðsluóhapp uttanfyri køksvindeygað í 20 ár

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo