40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sí myndir her

- Hetta er dagurin, vit heiðra føroyskari íverksetan, finna ársins íverkseta og lata heiðurslønina Granan, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann beyð vælkomin til ársins íverksetaradag í Norðurlandahúsinum nú beint eftir middag.

- Vit fara at hava eina áhugaverda løtu við spennandi fyrilestrum og framløgum. Íverksetan innan bæði mentan og vinnulív hevur havt ómetaligan týdning fyri høvuðsstaðarøkið seinnu árini. Fyri okkum er tað tí heilt náttúrligt, at bæði Tórshavnar kommuna og hinar kommunurnar eru partur av einum slíkum tiltaki sum hesum.

- Fyri at býur og land kann mennast, fyri at samfelagið skal megna at svara øllum teimum avbjóðingunum, sum eru fyri framman, so krevst nýhugsan til. Tá íbúgvaratalið veksur, mugu vit kunna veita øllum nøktandi tænastur, bæði íbúgvum og vinnu. Tí krevst, at brotið verður upp úr nýggjum.

- Tað eru fleiri fyritøkur sprotnar upp, tí eldhugað og ágrýtin fólk duga at síggja, hvussu tænastur kunnu mennast.

Heðin Mortensen segði víðari, at talgildingin hevur gjørt, at í dag verða fyritøkur føddar globalar. Tøknin í dag ger tað møguligt at røkka út í øll heimsins lond við teimum produktum og loysnum, sum verða ment. Kommunan hevur sostatt eisini lagt nógva orku í og raðfest talgilding sum ein náttúruligan part av býarmenningini.

Tó er talgildingin ikki bara ein uppgáva í og hjá kommununi. Talgilding er nakað, sum skal mennast í øllum pørtum av samfelagnum - hjá tí almenna, í vinnuni og hjá okkum borgarum.

Við ynski um eitt fjølbroyttari vinnulív í Tórshavnar Kommunu setti kommunan sær sum mál at skapa neyðugar karmar og seta á stovn eitt nýskapanarhús. Hugskotið hevur til endamáls at stimbra undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnnulívi í kommununi við at veita íverksetarum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Íverksetanin í kommununi blómar.

Síðan íverksetanarstovnur okkara Hugskotið varð stovnaður í 2014, so hava ikki færri enn 150 fyritøkur havt innivist í Hugskotinum. Í dag eru 35 fyritøkur í húsinum. Hugskotið veitir ókeypis vegleiðing og ráðgeving til íverksetarnar og fyritøkur, gevur innivist til íverksetarar og skipar fyri tiltøkum sum verkstovum og ráðstevnum.

- Okkara visjón um at høvuðsstaðurin skal verða ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi, varð longu sett á breddan í 2010.

- Partur av hesi visjón var, at høvuðsstaðurin er virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum altjóða granskingarumhvørvi, og at høvuðsstaðurin gevur bæði nýggjum og altjóða vinnum, og vinnum, sum hava djúpar røtur her, góð vakstrarlíkindi.

- Ein tann størsta avbjóðingin í heiminum er at steðga globalu upphitingini. Her má alt setast inn, og skulu vit loysa hetta, og samstundis upprætthalda eitt ávíst livistøði, so má tøknin verða ein stórur partur av loysnini.

- Vit í Føroyum skulu eisini gera okkara. Vit hava tikið avbjóðingina til okkum í kommununi og eru komin langt við millum annað einum orkupolitikki og øðrum tiltøkum innan umhvørvisøkið. Innan samferðslu er eisini brúk fyri snildum loysnum – kommunan brúkar fleiri snildar loysnir og arbeiðir fram í ímóti at gagnnýta tøknina til betur at tæna borgaranum og menna býin.

- Hesar snildu skipanir kunnu til dømis vera ferðsluteljingar, parkeringsloysnir, ferðsluljósskipanir, kavarudding, vatn og ljós, sum bæði ger tað lættari hjá borgaranum, men eisini ger tænastuna hjá kommuni betri og meira orkusparandi.

- Ein onnur stór avbjóðing, sum ikki bara kommunan, men nógv privat arbeiðspláss merkja, er tørvurin á arbeiðsmegi. Partur av loysnini her er eisini at gera fleiri arbeiðsuppgávur talgildar.

- Eldraøkið er eitt gótt dømi: Vælferðatøkni kann bæði gera, at borgarar fáa størri sjálvsræði og gera uppgávur, sum kunnu avlasta starvsfólk og verða við til at betra um arbeiðsumhvørvið.

- Og tá tað er sagt, er tað sjálvandi týðningarmikið at nevna, at velferðartøkni skal nýtast við skili. Tí her eru nógvir etiskir spurningar.

- Tað er Íverksetarahúsið, sum hevur bjóðað inn til ársins íverksetanardag – hesin siður hevur verið hildin síðan 2009. Og tað skulu tit hava stóra tøkk og rós uppiborið fyri, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, tá hann helt vælkomurøðu í Norðurlandahúsinum nú seinnapartin.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo