Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á landsfundinum hjá FUR 26. mars 2022 handaði Rói B. Poulsen, formaður í FUR, heiðursløn FURs til Skatefelagið, Árna Skaale og Maritu Vestergaard í Lágabø.

Grundgeving fyri at geva heiðursløn FURs til Skatefelagið
Heiðursløn FURs verður latin til Skatefelagið fyri at hava megnað at brotið upp úr nýggjum og at kveikt eitt rúmligt og stimbrandi umhvørvi til børn og ung.

Eldsálirnar í Skatefelagnum, sum skipa fyri virkseminum á Bacalao, eiga viðurkenning uppiborna fyri sítt stóra og kveikjandi arbeiði millum børn og ung í ymsum aldursbólkum og á ymsum førleikastigum.

Tey hava megnað at skapt eitt umhvørvi, sum ikki er merkt av sínámillum kapping, men heldur stuðli og stuttleika – og sum kortini er borið av gleði um og virðing fyri teimum, sum av álvara taka seg fram á hesum økinum.

Grundgeving fyri at lata heiðursløn FURs til Árna Skaale
Heiðursløn FURs verður latin til Árna Skaale fyri at vera ein eldsál í skótarørsluni í Føroyum.

Eftir at skótaliðið lá í dvala eina tíð, tók Árni við sum fylkisleiðari hjá Skótaliði Nólsoyar Páls í 2013.

Skótaliðið er vaksið og bjóðar nú virksemi til allar aldursbólkar. Árni var eisini ein av stigtakarunum til at endurbyggja Skúvadalssmáttuna sunnan á Borðoynni við at fáa gamlar og yngri skótar at stmenna skótaliðið og at gera Skúvadalssmáttuna av nýggjum hevur kravt bæði treysti, dirvi og áhaldni, anda saman um arbeiðið hjá Skótaliði Nólsoyar Páls.

Eftir stendur ein perla í tí náttúruvakra Skúvadali, og samanhaldið um skótaliðið er styrkt.

Grundgeving fyri at lata heiðursløn FURs til Marita Vestergaard í Lágabø
Heiðursløn FURs verður latin til Maritu Vestergaard í Lágabø fyri sítt megnararbeiði í KFUM-skótabólkinum Royndini í Vági.

Marita er grundsúlan í skótaarbeiðinum í Vági og hevur lagt nógva orku, tíð og eldhuga í at hava eitt virkið skótalið í Vági. Við einum persóni sum Maritu, ið fær foreldur og onnur at hjálpa sær, er møguligt at hava ein virknan skótabólk í Vági.

Marita hevur sum størsta ynski, at børn og ung í Vági hava møguleika at gerast skótar og uppliva tann góða og mennandi felagsskap, sum skótarørsørsluna.               

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo