40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í makligum veðri hildu einstaklingar, kirkjur og samkomur í gjár hvítusunnudag at minnast komu heilaga andans.

Seint seinnapartin spurdust tey ófrættatíðindi, at seks krígsskip við yvir 20 míla ferð stevndu sunnaneftir móti oyggjum okkara.

Á heimasíðuni Marine Traffic bar til at fylgja hesum deyðans boðberum: ein helt á Vestmannasund, tveir á Djúpini, tveir á Kalsoyarfjørð og ein sigldi eystan fyri Svínoynna og Fugloynna.

Norðan fyri Føroyar hópaðust skipini, og portalar vita at siga, at leiðin nú gongur til Íslands.

Hetta eru NATO-skip úr Hollandi, Týsklandi, Kanada og Portugal, og sum serkøn sigldu tvey donsk herskip í fylginum. Tað sigst, at Arktisk kommando váttar, at loyvi er fingið frá føroysku uttanríkistænastuni.

Jenis av Rana er landsstýrismaður við kirkjumálum og uttanríkismálum.

Hann eigur nú at greiða Føroya fólki frá, hví NATO slapp at kløkka fólk henda hvítusunnudagin.

Hevur løgtingið góðtikið hesa valdsgerð?

Hevur valdsgerðin samband við radaramálið, sum skal avgreiðast í hesi vikuni?

Hvørjum vápnum sigldu hesi deyðans før við millum oyggjanna?

Spyrja vit sjálv, hvat ið kundi verið hent, ber til t.d. at vísa á ógvisligasta avrik, sum danskt krígsskip, t.e. NATO-skip, hevur framt í søguligari tíð:

6. septembur í 1982 var fregattin “Peder Skram” stødd sunnarlaga í Kattegat. Av óvart skeyt fregattin stutt fyri middag henda dagin eina rakett við spreingiløðing.

Rakettin vigaði 500 kg og spreingiløðingin yvir 200 kg. Heilt lágt fleyg rakettin 34 kilometrar og rakti nøkur trø í einum summarhúsøki við Lumsås, Sønderstrand í Útnyrðingssælandi. Kl. 11.32 brast løðingin á o.u. 5 m hædd á markinum millum tvey grundøki, har summarhús stóðu, Pilelunden 2, og Søndre Strandvej 3.

Áðrenn hevði rakettin kvett av fleiri ravmagnsleidningar. Eingin fólkaskaði var, men fýra summarhús fóru í sor, og onnur 130 fingu størri og smærri skaðar.

Var hetta hent á hásumri, lógu fleiri fólk eftirá.

Kann Jenis av Rana vissa føroyingar um, at slíkt óhapp ikki kundi hent millum oyggja í Føroyum. Óhapp, sum kundi lagt býlingar, ja, heilar bygdir í brandakol?

Óneyðugt er at minna henda gudsmann á, at heilagi andin eisini verður nevndur sannleikans andi.

So álvaratos: Einki uttanumtos!

Árni Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo