Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

FMX: Tað er okkum ein heiður aftur í ár at kunna boða frá, at tað verða fleiri føroysk tónlistafólk á pallinum á Iceland Airwaves. Heili fýra tónlistafólk eru kunngjørd í dag.

Fyri kortum komu vit heim av einum sera væl eydnaðum pallátaki á The Great Escape, har vit hoyrdu og sóu heili fimm føroysk tónlistafólk, ið settu sín dám á festivalin. Meðan vit búgva okkum til by:Larm og Reeperbahn Festival í septembur, har føroysk tónlistafólk eisini verða at síggja á pallunum, hava vit tað fragd at kunna boða frá, at Elinborg, Marianna Winter, Aggrasoppar og Jazzygold eru til reiðar at fara á pallin hjá Iceland Airwaves í novembur.

Iceland Airwaves er, sum The Great Escape, by:Larm og Reeperbahn Festival, ein rættiliga væl kjølfestur vinnu- og musikkfestivalur, ið presenterar mong listafólk – bæði komandi úrvald og viðurkend tónlistafólk, ið eru farin at nærkast headliner-status nógvastaðni í Europa. Festivalurin er í Reykjavík og varir í tríggjar dagar, tá ið høvuðsfokus er sett á nýggjan tónleik, bæði íslendskan og internationalan. Iceland Airwaves draga hvørt ár eina undranarvert stóra fjøld av fólki uttan úr heimi til sín, áhoyrarar, tónleikavinnu og tónleikamiðlar, og festivalurin hevur fleiri ferðir verið miðdepilin í byrjanini á yrkisleiðini hjá fleiri mætum tónlistafólkum.

Millum tónlistafólkini, ið hava spælt á Airwaves fyrr, hava vit stór nøvn sum til dømis Florence and the Machine, Fatboy Slim, Sigur Rós, Of Monsters And Men, Aurora, Haim, Highasakite, Robyn, Björk, Vampire Weekend og fleiri onnur.

Í fjør settu Føroyar eitt stórt fótafar á festivalin, eitt sum eisini vakti ans hjá heimskendum tíðarritum sum eitt nú Rolling Stone Magazine.

Umframt konsertirnar verður um dagin skipað fyri ráðstevnu við víðfevndum innlitsførum pallborðum, aktuellum orðaskifti, høvuðsrøðarum og netverksmøguleikum.

«Tað er ómetaliga stuttligt, at vit fáa høvið at endurtaka viðburðin frá 2022,» sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX (Faroe Music Export.). «Í ár sum í fjør fara tónlistafólkini at hava minst tvær almennar konsertir í part á festivalinum, har onnur er á tí sera sentrala spælistaðnum Iðnó eitt fríggjakvøld. Har fara vit at hava eina framførslu við bara føroyskum tónlistafólkum á pallinum. Tey føroysku tónlistafólkini hava eina konsert aftrat, og báðar verða ein partur av tí almennu skránni.»

Glenn Larsen sigur eisini, at FMX er ein verulur virkismáttur hjá føroyskum musikkútflutnigi í løtuni:
«Vit hava tikið mong týðandi stig eftir fáum árum, og tað er skilligt, at Europa og heimurin annars leggja merki til okkum. Møguleikarnir verða bara fleiri og fleiri samstundis við, at úrslitini koma bæði sum avtalur, miðlaumrøður og fleiri konsertir. Vit eru ein hollur pallur í løtuni, og sum skilst eru útlitini hjá okkum sera spennandi.»

Bíleggingarstjóri hjá Iceland Airwaves, Sindri Ástmarsson, sigur í viðmerking:
“We‘re delighted to have some great Faroese act‘s playing Iceland Airwaves this year. The Faroese acts that have played in past editions of the festival have done really well and we hope they this year they will delight both fans, press and professional delegates like last year.”
 
Meira um Iceland Airwaves her: icelandairwaves.is  

Iceland Airwaves er í i Reykjavík millum 2. og 4. novembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo