Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum fakfelag, er tað okkara ábyrgd at varpa ljós á heilsurøktarayrkið og arbeiðsumstøðurnar hjá limum okkara. Tískil hevur nevndin í Heilsurøktarafelagnum saman við álitisumboðunum, valt at orða síni hjartamál í samband við løgtingsvalið, ið stendur fyri framman. Tey eru átta í tali og okkara vón er, at fleiri valevni fara at taka málini til sín.

Heilsurøktarar hava breiðan yrkisførleika, sum ger, at teir starvast við heilsu- og sjúkrarøkt og rehabilitering útfrá einum heildarsjónarmið í heilsu- og almannaverki, umframt í eldrarøkt.

Ynskiligt er sjálvsagt fyri ein og hvønn heilsurøktara at hava møguleika at gera eitt dygdargott arbeiði, sum kemur borgarunum tilgóðar, og, at kunna hava eitt virkið arbeiðslív, alt lívið, í valda lívsyrkinum.

Heilsurøktarar eru um menniskju, sum hava stórar og álvarsligar avbjóðingar í lívinum.

Tørvurin á teimum tænastunum, sum heilsurøktarar veita á sjúkrahús- og sálardeildum, stovnum undir Almanaverkinum og í eldrarøkt,er ovurhondsstórur. Tørvurin á heilsu- og umsorganartænastum er vaksandi; men umstøðurnar hjá heilsurøktarum eru ikki tær best hóskandi, eitt nú, tá tað snýr seg um løn, arbeiðstíðir og tillutaðar arbeiðsuppgávur.

Fyri Heilsurøktarafelagið er tað natúrligt at kunna allar avvarðandi partar um okkara umstøður á arbeiðsmarknaðinum og vísa á møguleikar at fremja batar. Batar, ið koma einstaka brúkaranum av ymsu tænastunum tilgóðar, og harvið eisini koma samfelagnum, sum heild, tilgóðar.

Heilsurøktarafelagið hevur orðað átta hjartamál, sum vísa á nøkur av teimum málunum, sum vit halda vera mest átrokandi. Hesi kunnu bøta um arbeiðsviðurskiftini hjá heilsurøktarum og somuleiðis lívskorini hjá borgarum og búfólkum, vit varða av. Tað eru álitisumboðini hjá felagnum, sum upprunaliga hava orðað málini, ið nevndin síðani hevur arbeitt víðari við.

Vit bjóða til samstarv; og við hesum átta hjartamálunum, vilja vit nýta høvi til at koma á tal við verðandi og komandi politikkarar um hesi viðurskifti.

Hjartamálini verða løgd fram á kvøldsetu í Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn, týskvøldið 23. juli kl. 19.00.

Somuleiðis verða hjartamálini løgd út á heimasíðu felagsins heilsuroktarafelagid.fo, umframt á sosialu miðlunum, har stutt filmsbrot, ið lýsa málini verða at finna komandi dagarnar.

Vegna Heilsurøktarafelagið
Rakul í Gerðinum, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo