Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tá atgongumerkini til eykakonsertina við Kris Kristofferson vórðu sett til sølu kl. 14 í dag, hoknaði heimasíðan undir trýstinum, nógv túsund fólk royndu samstundis at fara inn á síðuna.

Hóast hetta vanliga er ein vælvitjað heimasíða, so var hetta meira enn hon kláraði.

Tøkningar arbeiddu við at fáa síðuna upp aftur, men hvørjaferð hon aftur var tøk, hoknaði datagrunnurin aftur, tí trýstið var støðugt høgt.

Tað var ikki fyrr enn um kl. 15.30 at sølan fór í gongd  og eftir fáum minuttum vóru øll atgongumerkini seld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo