40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: – Leggja vit upp fyri umstøðunum, at heimaskúlin varð til eftir einari nátt, so hevur hesin skúlin eydnast lærarum sera væl. Teir megnaðu at fáa tað at bera til og geva nógv teimum flestu næmingunum eitt tilboð, sum riggaði. Hóast okkurt manglaði, sigur Siw Olsen Fjørtoft, granskari.

Hon hevur gjørt eina kanning, sum 929 lærarar hava svarað; spurningarnir snúðu seg allir um, hvussu tað var at vera lærari tíðarskeiðið í vár, tá ið korona stongdi allar skúlar, og undirvísingin fór fram á netinum. Lærararnir siga, at sum heild hevur tað gingið eitt sindur út yvir tað fakliga hjá næmingunum í miðal – framgongdin, sum annars hevði verið, var ikki. Teir avrikaðu nøkulunda sum vanligt, summir eitt sindur verri meðan nakrir einstakir næmingar blómaðu.

– Tá ið tað er sagt, so er samfelagsuppgávan hjá skúlanum í tveimum. Umframt at vera útbúgvingarstovnur skal skúlin eisini gera næmingarnar búnar. Tað ber illa til umvegis talgilda heimaskúlan, og tí vilja vit ikki aftur til tann skúlan, sigur Fjørtoft.

Eftir fáum døgum noyddust allir lærarar at gera ein talgildan heimaskúla. Tað hevur givið teimum nógvar royndir, sum teir hava stórt gagn av.

– Lærararnir siga frá førleikamenning. Nógvir hava fingið eyguni upp fyri nýggjum møguleikum í tøknini, sum teir taka við sær inn í skúlastovuna, sigur Fjørtoft.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo