Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Atlantic Airways: Koronufarsóttin hevði – saman við frámæli um ferðing uttanlands og tilmæli um sóttarhald og heimauppihald í Føroyum – stóra neiliga ávirkan á flogferðsluna í fjør. Í 2020 flugu 149.000 ferðandi á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað eru 189.000 færri ferðafólk enn í 2019. Afturgongdin er 56 prosent. 40 prosent vóru útlendsk ferðafólk, ið svara til umleið 60.000 ferðaseðlar.

Atlantic Airways er høvuðsflutningsveitari av útlendskum gestum til føroysku ferðavinnuna, og  meðan farsóttin hevur herjað, hevur Atlantic Airways verið ein trygg og álítandi loftbrúgv til umheimin. Sjúklingar, sjófólk, vinnuferðandi, lesandi og onnur hava havt gagn av farleiðini, samstundis sum flogførini seinastu mánaðirnar hava flutt koronakoppingarevni til føroyska samfelagið. Soleiðis lýsti nevndin í stuttum virksemið hjá flogfelagnum í farna ári á ársaðalfundinum hjá Atlantic Airways í dag.

Fíggjarligt hall – 50 prosent lægri inntøkur
Atlantic Airways hevði 104,6 milliónir krónur í halli eftir skatt í 2020 samanborið við 7,8 milliónir krónur í avlopi í 2019. Inntøkurnar minkaðu niður í helvt – úr 574,3 milliónum krónum í 2019 niður í 289,6 milliónir krónur í 2020. Lækkingin var 285 milliónir krónur. Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar (EBITDA) gjørdist 63 milliónir krónur í halli í 2020 samanborið við 69 milliónir krónur í avlopi í 2019.

Framleiðslan hjá flogførunum lækkaði 51 prosent – úr 8.830 flogtímum í 2019 niður í 4.336 flogtímar í 2020. Tyrluflúgvingin lækkaði 20 prosent – úr 906 tímum niður í 725 tímar. Í 2020 var tyrlan boðsend 47 ferðir til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 9,3 minuttir, og eingi útkøll vóru avlýst í fjør.

Repaðu seglini
Tá ið koronufarsóttin rakti á vári 2020, tók Atlantic Airways beinanvegin neyðug stig fyri at minka rakstrarútreiðslurnar. Flest øll starvsfólk vórðu send í serskipanina hjá ALS, og tíverri var neyðugt at siga umleið 100 fólkum úr starvi.

Áhaldandi ávirkanin frá koronafarsóttini rakti gjaldførið og eginognina so meint, at neyðugt var at heita á landsstýrið um fíggjarliga hjálp. Í desember 2020 fekk Atlantic Airways 100 milliónir krónur í kapitalhækking.

Flotin tillagaður
Airbus A319 flogfarið fór úr Føroyum í gjár. Flogfarið verður næstu fýra árini langtíðarleigað til felagið Lattitude HUB SA á kanarisku oyggjunum. Frameftir fer Atlantic Airways at hava trý Airbus A320 flogfør og tvær AW139 tyrlur í flotanum. Tvey av flogførunum er av slagnum Airbus A320neo, ið eru tey mest orkusparandi av sínum slag.

Tey bæði nýggju Airbus 320neo flogførini, sum skuldu koma í flotan í 2023/24, eru útsett til 2027/28, tá núverandi Airbus 320neo flogførini ætlandi verða latin útleigaranum aftur.

Hotell-raksturin lutfalsliga góður
Dótturfelagið P/F Hotel Atlantic lat á heysti 2020 upp nýggja Hilton Garden Inn hotellið, ið hevur 130 kømur og fimm fundar- og ráðstevnuhølir. Hotellið er partur av heimsumfatandi og navnframu Hilton-ketuni, sum við 112 milliónum fólkum í sínum kundanetverki væntandi fer at fáa fleiri ferðafólk til Føroya úr m.a. USA og Asia.

Hotellraksturin hevur gingið væl betur enn væntað fyrstu tíðina, tí lutfalsliga nógv fólk í Føroyum hava vitjað hotellið hesa tíðina, tað hevur verið at kalla ómøguligt at ferðast uttanlands. Talan er bæði um gistingar, matstovuvitjanir og fundar- og veitsluvirksemi.

Flúgvingin spakuliga í gongd aftur
Ávirkanin frá farsóttini heldur fram í 2021 – serstakliga fyrra hálvár. Tí væntar felagið aftur hall í ár, tað verður tó lægri enn í 2020. Koppseting fyri korona fer væntandi so við og við at minka neiligu ávirkanina.

- Atlantic Airways heldur fram sum tann trygga og álítandi loftbrúgvin – eisini eftir koronu. Vit eru sera takksom fyri øll okkara trúføstu viðskiftafólk og gleða okkum til, at gongd so líðandi kemur aftur á flogferðsluna, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

Atlantic Airways væntar, at gongd spakuliga kemur aftur á flogferðsluna í summar. Farleiðirnar til Reykjavík, Edinburgh og Aalborg fara í gongd aftur í næstum, umframt at flogið verður til Keypmannahavnar, Billund og Noregs. Flúgvingin til Gran Canaria byrjar í desember.

Føroyska flogfelagið er væl fyri at taka virksemið uppaftur eftir heimsfarsóttina, men neyðugt verður við størri smidleika og bøttum kappingarføri fyri at standa seg í kappingini.

Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Nývald í nevndini er Annika Larsen Black, ið kom í nevndina í staðin fyri Gunn Ellefsen. Hini nevndarlimirnir eru Esther Dahl, Andrass Weihe og Jens Eystein í Løðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo