40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bæði topp- og botnlinja tódnaðu nakað í mun til árið fyri, hjá stóru fiskivinnufyritøkuni við heimstaði í Fuglafirði.

Í konsernroknskapinum sæst, at nettosølan minkaði úr 550 mió kr í 2018 til 516 mió kr í fjør. Og ársúrslitið minkaði úr 85 mió kr niður í 72 mió kr í rundum tølum.

Men leiðslan er nøgd, sigur hon í ársfrágreiðingini.

Tað er Anfinn Olsen sum hevur teymarnar í hondunum. Hann eigur tveir triðingar av Framherja einsamallur, umframt 26,7% í Framinvest, sum aftur eigur síðsta triðingin av Framherja.

Framherji keypti kvotur, rindaði tilfeingisgjald og partafelagsskatt fyri nærum 94 mió kr í fjør. Av samlaðu inntøkunum hjá Framherja eru samlaðu avgjøldini pr. sølukrónu farin frá 15% av søluni í 2015 til 28% av søluni í fjør, sigur leiðslan í ársfrágreiðingini.

Fíggjarstøðujavnin við árslok í fjør var 907 mió kr og eginognin var 463 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo