40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Talvsambandið: Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska kann nú kalla seg franskan meistara í snartalvi. Hann hevur við øðrum orðum vunnið French Open í sprintgreinini í talvi. Vorðið sum bragd hjá 29 ára gamla havnarmanninum.

Einir 400 telvarar úr ymsum heraðshornum - í alt einir tjúgu stórmeistarar - vóru við á stóru talvstevnuni um opna, almenna meistaraheitið í kvik- og snartelving í Fraklandi um vikuskiftið.

Og í snarkappingini - tá hevur tú vanliga bara fimm minuttir til hvørt talvið - gjørdi føroyski stórmeistarin bart í dag. Kappingin var skipað soleiðis, at telvað vóru fyrst nítjan vanlig umfør. Síðan var støðan gjørd upp, og fremstu átta telvararnir vunnu seg víðari í fjórðingsfinalurnar. Helgi hevði savnað sær 14½ stig av 19, og tað rakk til deilt 1.-4. pláss.

Eirindaleysur í cup-umførunum
Í fjórðingsfinaluni møtti Helgi stórmeistaranum Namig Guliyev úr Aserbadsjan. Eftir tveir javnleikir mátti dysturin avgerast við einum sonevndum Armageddon-talvi. Tá hevur hvítur fimm minuttir og svartur fýra minuttir, men svartur stendur seg tá við javnleiki. Helgi vann við svarta fólkinum.

Í hálvfinaluni bleiv tað 1-1 ímóti franska stórmeistaranum Jules Mossard. Ein sigur í part. Nú fekk Helgi hvíta fólkið í Armageddon-talvinum og megnaði aftur at vinna.

Í finaluni var Helgi ógvuliga sannførandi móti týska stórmeistaranum Alexander Donchenko. Hann vann tað fyrra talvið, og fekk vinnandi støðu í seinna talvinum við, men sættaðist við javnleik, tí tað rakk til endaliga sigurin. 

Í topp 100 í heiminum
Helgi er væl fremri í snar- og kviktelving enn í vanligu klassisku langtelvingini. Á yvirlitinum hjá altjóða talvsamgonguni FIDE er Helgi í løtuni nummar 87 í heiminum í snartalvi, men gongur ivaleyst fitt fram eftir úrslitið hetta vikuskiftið. Í kviktelving er Helgi nummar 68 í heiminum. 

Í kviktelving - tá hevur tú um hálvan tíma til talvið - er norski heimsmeistarin Magnus Carlsen einasti norðurlendingur, sum er fremri enn føroyski stórmeistarin, men í snartalvi finna vit íslendska stórmeistaran Hjørvar Steinn Gretarsson sum nummar 33. Magnus Carlsen er nummar eitt í heiminum í øllum trimum talvgreinunum - klassiskari telving, kviktelving og snartelving - á altjóða máli rópt standard, rapid og blitz.

Kviktelving og snartelving standa ikki í sama mæti sum hin klassiska standardtelvingin, men seinnu árini eru kvik- og snartelving vorðnar alt betur umtóktar talvgreinir, tí tær hava breiðari undirhaldsvirði. Fleiri og fleiri telvarar eru farnir at hugsavna seg meira um hesar kappingarnar - eitt nú Helgi Dam Ziska.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo