40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroysku telvararnir móti Argentina í dag. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard

Føroysku telvararnir móti Argentina í dag. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard

Føroysku telvararnir móti Argentina í dag. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard

Talvsambandið: Bæði Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen fingu javnt á ovaru borðunum móti sterkastu telvarunum hjá Argentina. 

Á niðaru borðunum noyddust okkara menn til endans at leggja kongin. Leingi var líkt til, at John Rødgaard eisini fór at fáa sítt talv javnt, men í endatalvinum misti hann tráðin. Minni spenningur var um talvið á fjórða borði, har 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol kýtti seg til fánýtis móti sterkum stórmeistara.

Dysturin millum Føroyar og Argentina endaði tí 3-1 til Argentina, sum er styrkismett nummar tretivu í kappingini. 

Góða gongdin hjá Helga Dam Ziska stendur við. Hann hevur nú fimm stig í sjey dystum á 1. borði. Í dag var serliga hugaligt at síggja, at føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen á 2. borði var mentur at halda tørn við svarta fólkinum móti stórmeistara, ið hevði útivið hálvtannaðhundrað ratingstig fleiri. 

Eftir dystin í dag eru Føroyar nummar 96 av teimum 188 liðunum í kappingini.

Áttanda umfar er í morgin. seinni í kvøld fæst at vita hvørjum Føroyar telva ímóti.

Ellivu umfør eru í alt. Olympiadan endar týsdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo