Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, fegnast um ætlanina at góðar 350 milliónir krónur kunnu brúkast til at byggja flogvøllin í Vágum út.

Tilsamans hevur Vága Floghavn tørv á at byggja flogvøllin út fyri góðar 1,3 milliardir krónur komandi árini. Talan er um stórar íløgur, ið skulu gera flogvøllin føran fyri at taka ímóti  einari millión ferðandi um árið.

Longu í 2019 var fløskuhálsur á flogvøllinum, tá ferðafólkatalið fór upp um markið á 400.000 ferðandi, bert 5 ár eftir at farstøðin varð bygd. Mett verður, at ferðafólkatalið verur omanfyri 800.000 longu um 10 ár.

Útbyggingin er alneyðug fyri at framtíðartryggja føroyska ferðasambandið við útheimin, tí flogvøllurin er longu ov lítil sum er. Ferðafólk leggja nógv eftir seg, og føroyingar hava eisini tørv á at ferðast í frítíðar- og arbeiðsørindum. Vit síggja hetta sum eina íløgu í okkara samferðslukervi, um vit við hesum íkasti til fíggingina megna at halda ferðaseðlaprísirnar á einum rímiligum støði,” sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, ið varðar av Vága Floghavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo