40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

At samgongan verður tikin inn til eitt reypi-innslag í Kringvarpinum, er helst ongantíð hent í søguni hjá hesum stovni fyrr.

Heldur ikki er tað hent at verturin stendur og krússar av, hvussu ófør ein samgonga hevur verið í hálvrunna skeiðinum.

Samanbera vit við undanfarnu borgarligu samgongu, so var hon ongantíð savnað í kringvarpsstovuni til slíkt undirhald, hvørki tá ið hon hevði sitið 1, 2, 3 ella 3,5 ár.

Vanlig kringvarps praksis undir borgarligu samgonguni var, at eitt andstøðufólk, sum oftast Høgni Hoydal ella Aksel V Johannesen, var tikið inn at kommentera politikkin hjá landsstýrinum, so slapp landsstýrisfólkið framat við neyð og deyð, men so var aftur andstøðufólk tikið inn at kommentera svarið hjá landsstýrisfólkinum.

Henda praksis er broytt undir sitandi samgongu, sum ongantíð fær nakað mótspæl, men sleppur at siga akkurát hvat henni hóvar í Kringvarpinum.

Tá ið Kringvarpið tosar um trúvirði og óheftni, so er tað ikki øðrvísi enn at hoyra blaðstjóran á Sosialinum og IN.FO tosa um tað sama, hvussu óheft Miðlahúsið er og trúvirði ólastandi.

Her er bara eitt av mongum dømum um "trúvirði" í Kringvarpinum - trýst her

Les eisini:

Jacob Vestergaard: Reyp og sjálvrós

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo