Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Poul Krebs, Michael Falch, íslendski Friðrik Dór og Swangah eru fyrstu nøvnini, sum fyriskipararnir av Tórsfest 2017 avdúka í dag. Og longu í morgin og fríggjadagin verða enn fleiri nøvn kunngjørd, sum fara at spæla á Tórsfest, sum verður í gongugøtuni í Havn, leygarkvøldið 22. juli.

Og leygarkvøldið fyri ólavsøku verður gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá fleiri útlendsk og føroysk nøvn fara á pallarnar, ið verða settir upp niðast í gongugøtuni. Hetta verður fjóðru ferð, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest, sum er tann nýggja fólkaveitslan mitt í Havnini beint fyri ólavsøku. Tórsfest er hvørt ár vorið størri og seinast, tá millum annað Carpark North, Saybia og Sean Kingston vitjaðu, gjørdist útselt langt áðrenn Tórsfest byrjaði. 4.000 fólk vóru á Tórsfest í fjør.

Poul Krebs og Michael Falch
Í ár hevur tað eydnast at fáa vælumtóktu donsku sangararnar Poul Krebs og Michael Falch at spæla við bólki á Tórsfest. Teir báðir eru farnir á konsertferð saman í Danmark og vitja eisini í Føroyum, har teir hava eina rúgvu av góðum tónleiki við sær. Vit kenna nokk Poul Krebs best við lagnum “Sådan nogen som os”, sum hevur verið sera nógv spælt. Michael Falch hevur eisini fleiri góð løg í sínari sjáttu, sum t.d. “I et land uden høje bjerge”. Nú verða teir báðir so at hoyra á Tórsfest í summar.

Friðrik Dór
Tórsfest fær í ár vitjan av kenda íslendinginum Friðrik Dór, sum hittar í løtuni við lagnum “Frøken Reykjavik”. Friðrik gav sína fyrstu fløgu út í 2009, har sangurin "Hlið við hlið" var sera nógv spældur og lág í topp á hittlistunum í Íslandi. Í 2015 luttók Friðrik Dór í íslendska Melodi Grand Prix’num við sanginum "Í síðasta skipti", sum gjørdist nummar tvey. Friðrik Dór er sera virkin sum tónleikari í Íslandi og hevur nú eisini fingið sínar fjepparar í Føroyum við lagnum “Frøken Reykjavik”.

Swangah
Swangah spældu millum lítið og einki í fjør, men nú taka rappararnir úr Havn mikrofonirnar fram aftur og fara at spæla á Tórsfest, 22. juli. Og ikki kann sigast annað enn at teir duga at fáa lív í eina fjøld. Síðani teir tóku ungdómin við stormi við løgum sum Gentan er Farlig, Frá Bygd til Bý og øðrum hittum, hava ummælarar og áskoðarar tikið væl ímóti teimum. Teir hava langt síðani fingið staðfest, at teir eru millum tað best umtókta, vit eiga í Føroyum. Nú verða teir so at hoyra á heimavølli, í gongugøtuni í Havn, har teir lova eitt brak av eini konsert.

Umframt Poul Krebs, Michael Falch, Fríðrik Dór og Swangah verða fleiri onnur útlendsk og føroysk nøvn á skránni á Tórsfest 2017. Fleiri av hesum verða avdúkað longu í morgin og fríggjadagin.

Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.

Forsølan av atgongumerkjum til Tórsfest 2017 byrjar í dag, mikudagin 26. apríl, kl. 10.00, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo