40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlainnskrivingin er nú av, og Mentamáladeildin og Snarskivan í Tórshavnar kommunu hava eftirkannað og viðgjørt innskrivingarnar.

Í yvirlitinum niðanfyri sært tú talið av børnum, sum hava skrivað seg inn í ymisku kommunalu skúlarnar í ár. Yvirlitið vísir, at ov nógv børn eru skrivað inn í Skúlan á Fløtum og í Sankta Frans skúla. Tað hevur við sær, at nakrar flytingar mugu gerast, tí skúlarnir fáa ikki tikið ímóti øllum teimum innskrivaðu børnunum.

Foreldur at børnum, sum ikki fáa pláss í tí skúlanum, tey hava ynskt, fáa nærri boð frá kommununi um umleið 14 dagar.

Innskrivingar 2022

Skúli Innskrivingar Pláss
Eysturskúlin 30 48
Hoyvíkar skúli 33 48
Kaldbaks skúli 3  
Kollafjarðar skúli 16 24
Nólsoyar skúli 0  
Sankta Frans skúli 51 48
Skúlin á Argjahamri 46 48
Skúlin á Fløtum 85 72
Skúlin við Løgmannabreyt 23 48
Velbastaðar skúli 1  
  Samantalt: 288  
Forskúli Innskrivingar Pláss
Sankta Frans skúli 46 48
Skúlin á Argjahamri 16 48
Skúlin á Fløtum 52 72
Nólsoyar forskúli 3  
Kaldbaks forskúli 6  
  Samantalt: 123  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo