Tað finst ongin ókeypis máltíð. Onkur onkrastaðni hevur goldið fyri hana
- Robert Henlein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Herborg Torkilsdóttir hevur givið nýtt staklag út, sum kallast “Náttin var okay”. 

Herborg hevur skriva orð og lag. Hon sigur um sangin, at hann er eitt kerligt skump til teir menn, sum fara í býin við vón um, at finna sær eina fitta damu, men sum í rokanum gloyma at rudda upp harheima fyrst. 

Náttin er okay, men tá kvinnan vaknar upp og veruliga sær alllan ruðulleikan, fer hon flúgvandi út gjøgnum hurðina og hyggur ongantíð aftur!

Herborg ynskti at royna nýggjar leiðir, og fann tískil ein framleiðara í Manchester, at hjálpa sær við lagnum. Hon ynskti, at tað skuldi verða “fólksligt”, men við einari modernaðari og elektroniskari kenslu, og framleiðarin Danny Beck hevur gjørt júst hetta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo