Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Samstundis sum amerikanskur kavbátur á tremur av kjarnorkuvápnum liggur við bryggju á Oyrareingjum, og krígsbúnir hermenn ganga vakt við at vísa seg automatiskum skotvápnum, vitjar tingmanningin hjá Danska fólkaflokkinum í Føroyum og heldur bólkafund í hjálandinum.

Hesin flokkurin legði um 1. februar 2020 fram uppskot á fólkating um, at bæði føroyingar og grønlendingar skulu hava herskyldu – ta ferðina fall uppskotið.

Men í gjár frættist, at danska stjórnin og stórur partur av andstøðuni hava samtykt, at komandi tíggju árini skal verjan í kongsríkinum fáa 143 milliardir krónur, og nevnt verður:

“Der har under forhandlingerne været fokus på værnepligten, som et bredt flertal ønsker at styrke”.

Fremstu flokkar í hesi semju eru Javnaðarflokkurin og Vinstriflokkurin, sum okkara fólkatingsumboð hanga í skjúrtafaldinum á.

Samstundis veit heimasíðan hjá danska verjumálaráðnum (krígsmálaráðnum – um tú vilt), at siga, at

“Danmark, Grønland og Færøerne er enige om et fælles grundlag for forhold vedr. Arktis og Nordatlanten i det kommende forsvarsforlig og er i den forbindelse enige om en række konkrete forhold til det videre samarbejde”.

Á sama stað verður okkara landsstýrismaður við uttanríkismálum endurgivin fyri at siga:

”Forsvar og sikkerhed har høj prioritet for Færøerne. Med målet om fortsat fred og stabilitet for øje, skal færøske myndigheder deltage aktivt i samarbejdet om forsvars- og sikkerhedspolitik og være med i alle processer, planer og beslutninger, der kan have relevans for Færøerne. På denne baggrund er jeg godt tilfreds med det fælles grundlag, vi nu er blevet enige om.”

Nú er at spyrja.

Fara føroyskir myndugleikar at ganga ynskinum hjá Danska fólkaflokkinum (møguliga hjá donsku stjórnini) á møti, soleiðis at hesar kvæðareglurnar gerast veruleiki (tá er sjálvsagt, at føroyski fólkatingsmaðurin hjá javnaðarflokkinum skipar):

“Sjúrður svørð úr slíðrum dregur/ tað syngur í gyltum ringi”?

Árni Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo